Fótbóltur

Standipláss aftur tikin í nýtslu í Premier League

Chelsea og Manchester United hava nú roynt "safe-standing" á leikvallum sínum, og trý onnur fara eisini at gera hetta restina av kappingarárinum. Í kjalarvørinum av Hillsborough-sorgarleikinum varð álagt krav um, at bert sitipláss kundu nýtast til dystir í tveimum báðum hægstu deildunum í Onglandi.

Tá Manchester United tapti fyri Wolves í gjár stóð ein partur av áskoðarafjøldini. Soleiðis síggjas standiplássini út (Mynd: Old Trafford)

Tá Manchester United tapti fyri Wolves í gjár stóð ein partur av áskoðarafjøldini. Soleiðis síggjas standiplássini út (Mynd: Old Trafford)

2022-01-04 20:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

15. apríl 1989 var ein sorgardagur í enskum fótbólti og fyri so nógv í serliga Liverpool. Tá lótu 94 fólk lív orsakað av hendingini til FA Cup-hálvfinaluna á Hillsborough í Sheffield, har ov nógv fólk stóðu kroyst saman í sama parti aftanfyri eina málið. 

Trý fólk afturat doyði orsakað av skaðum, sum stóðust av hendingini, ið løgregluvald og miðlar í fyrstu syftu góvu ávirkaðum og svøkum áskoðarum fyri, men sum síðani er mótprógvað: Tað var illa skipað við inngongdina, og løgreglan - við David Duckenfield, sum ikki var royndur á júst hesum økinum, á odda - misti tamarhaldið og hevði ikki yvirlit yvir, hvussu álvarsom støðan var við tað, at ov nógv fólk endaði á sama staði. Niðari partur av Leppings Lane-endanum hevði ikki setur, og harvið var ikki ásett hvar fólkini skuldi, og hóast ávaringartekin frá stórum dystum har fyrr í 80'árunum, har tað varð ov trongt, sluppu ov nógv inn og fóru í sama økið, og nærum hundrað fólk vóru kroyst til deyðis.

Avleðingarnar av hendingini vóru stórar. Hetta var ikki fyrsta leikvallarvanlukkan, men á mangan hátt seinasta stráðið, og sum fótbólturin í Onglandi gjørdist meira nýmótans við Premier League í nítíárinum, gjørdist áskoðaramentanin  ein heilt onnur, eins og umstøðurnar hjá áskoðarunum. Í kjalarvørinum av hendingini á Hillsborough vóru fleiri frágreiðingar gjørdar. Taylor Report er tann mest kenda av teimum, har Lord Justice Taylor vísti á nógvar veikleikar hjá løgregluni, í ráðleggingini av dystinum - serliga hvat áskoðaraviðurskiftum viðvíkur - og hvussu illa leikvøllurin og umstøðurnar hóskaðu seg. Í frágreiðingini var eitt greitt tilmæli til enskan fótbólt og feløgini um at bert nýta setur á leikvallunum framyvir 

Hetta tóku feløgini og fótbóltssambondini undir við, og síðani 1994 hevur lóg verið í gildi um, at leikvallir hjá liðum í tveimum teimum hægstu deildunum bert kunnu hava sitipláss - fleiri feløg fóru tó yvir til "all-seater" áðrenn 1994 og einasta undantakið, sum var givið til enskar dystir fram til fyri stuttum - hóast áskoðarar hava staðið í løtum av dystum - var Fulham í 2001 meðan Craven Cottage varð umbygt.

Tá kundi ein partur av áskoðarafjøldini standa, og soleiðis verður á Stamford Bridge, Old Trafford, Etihad leikøllinum, Tottenham Hotspur leikvøllinum og Cardiff City-leikvøllinum restina av hesum kappingarárinum. Chelsea, Manchester United, Manchester City, Tottenham Hotspur hava valt at nýta møguleikan, sum nú er givin til at hava "safe-standing" á einum parti av leikvøllinum. Tað merkir, at nakrir áskoðarar kunnu standa undir tryggum umstøðunum.

Harvið fylgja strong krøv: Fleiri kamera skulu setast upp í hesum økjum, vaktirnir har skulu verða betri vandir, og áskoðarnir sleppa ikki at flyta seg úr økjunum, ið er givið at vera í - ein kann standa í somu stødd av øki, sum eitt stólasetur er (bara við meira hædd) og eitt setur er knýtt til hvørt stað.

Chelsea hevur heilir 12.000 slík pláss nú - leikvøllurin tekur beint yvir 40.000 fólk - og fyrsta royndin var sunnudagin, tá Liverpool vitjaði. Tá ein hugdi í sjónvarpinum, var eingin ivi um, at huglagið tykiskt at vera uppaftur betri enn vanligt á Stamford Bridge. Talan var eisini um ein lívligan dyst. Í gjárkvøldið var tað so Old Trafford, ið hýst standandi áskoðarum aftur. UEFA gav United loyvi til hetta í einum Champions League dysti fyri nøkrum árum síðani, og fjepparabólkurin hjá felagnum hevur verið millum teir, ið hevur stríðst mest fyri at fáa loyvi til nakað líknandi; serliga fyri at fáa meira lív í til dystirnar. Beint yvir 2.000 av teimum umleið 76.000 plássunum á Old Trafford kunnu í løtuni nýtast til at standa, og ætlanin er, at talið skal verða hægri næstu mánaðirnar, um tað eydnast væl.

[object Object]
Chelsea viðhaldsfólk standa og stuðla liði sínum sunnudagin (Mynd: BBC)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder