
Stefan Radosavljevic hevur verið á vøllinum tólv av teimum 13 dystunum hjá Sligo Rovers í bestu írsku deildini hesum kappingarárinum.
Kappingin um plássini á miðvøllinum er hørð, og tríggjar teir seinastu dystirnar er Stefan byrjaður á bonkinum. Í gjár kom hann á vøllin frá byrjan í seinna hálvleiki í dysti í Dublin, og føroyski landsliðsspælarin gjørdi mun.
Tíggju minuttir inn í seinna hálvleik fekk Stefan Radosavljevic bóltin mitt á mótstøðuhálvuni. Við góðari og beinraknari alvering út til høgru fann tvøramaðurin bakkin Brannefalk, ið við góðum innleggi fann Max Mata. Áleyparin stútaði bóltin í málið hjá St. Patrick's Athletic, og hetta gjørdist einasta málið í dystinum.
Nú er Sligo Rovers á 5. plássi og jagstrar evropeiskt pláss. Næsti dystur hjá Stefani og liðfeløgunum er fríggjakvøldið - á útivølli móti Cork City.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald