At Petur Knudsen og Búi Egilsson stríðast við skaðar hevur givið pláss fyri Steffani Abrahamssyni Løkin í álopinum hjá NSÍ. 19-ára gamli leikarin byrjaði 12. juni á fyrsta sinni inni í Betrideildini fyri barndómsfelag sítt, tá NSÍ vann 1-0 í Trongisvági.
Seinastu árini hevur hann skorað eina rúgvu av málum fyri NSÍ í ungdómsdeildunum og í 1. deild. Í fjør spældi hann 24 dystir fyri besta liðið hjá Eb/Streymi, ið Steffan var leigaður út til. Talan gjørdist um 6 mál, men í gjár var ein serlig løta hjá áleyparanum, ið legði NSÍ á odda 1-0 í 67. minutti í dystinum móti Skála, tá hann hegnisliga fór framvið einum verjuleikara á brotsteigarmarkinum í vinstru og plaseraði bóltin væl framvið Bárði á Reynatrøð í longra málhorn.
Steffan her í nærdysti við tveir Skála-leikarar (Mynd: Jens Kr. Vang)
NSÍ hevðir veruligar trupulleikar móti botnliðnum, men takkað veðrur málinum hjá Steffani hálaði liðið sigurin í hús og flutti seg upp á oddasessin í Betrideildini. Liðið hjá Glenn Ståhl vann sín fimta dyst á rað - fýra teir seinastu hava verið veirð móti "botn-fýra", og allir eru endaðir við eitt-máls sigri. Tríggir teir seinastu eru endaðir 1-0.
NSÍ megnaði triðja dystin á rað, tann fjórða útav hesum seinastu fimm og í tí áttanda av teimum higartil 13 dystunum í Betrideildini at halda málið reint. At spæla við trimum í miðverjuni og einari bakketu við fimm í verjustøðu hevur eydnast sera væl hjá svenska venjaranum, og so hevur Tórður Thomsen havt eitt frálíkt kappingarár í málinum.
Verjuparturin hjá NSÍ er greitt tann besti í landinum
NSÍ er í løtuni eitt stig frammanfyri HB, ið spælir grannauppgerð móti B36 í kvøld. Næsta uppgáva hjá runavíkingum er ímóti KÍ á heimavølli
Støðan í oddinum í Betrideildini
1. NSÍ (32 stig) *
2. HB (31 stig)
3. KÍ (29 stig) *
4. B36 (28 stig)
*Ein dyst fleiri
Í kvøld (19.00): HB - B36
Fótbóltur
Steffan skoraði sítt fyrsta mál fyri besta liðið hjá NSÍ
19-ára gamli áleyparin tryggjaði NSÍ trý stig, og oddasessin fyribils, í gjárkvøldið. NSÍ hevur framvegis bert latið seks mál inn í kappingarárinum.
Steffan sæst her við nummar 18 á shortsinum. Hann fór hegnisliga framvið einum verjuleikara og plaseraði bóltin framvið Bárði á Reynatrøð í longra málhorn (Mynd: Jens Kr. Vang)
2020-07-23 08:43
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald