Fótbóltur

Sterk mótstøða til U17- og U19 dreingirnar

Lutakastið til EM-undankappingarnar hjá U17- og U19 dreinginum í fótbólti hevur verið í Nyon í Sveis í dag..

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-12-09 14:10 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Lutakastið til EM-undankappingarnar hjá U17- og U19 landsliðinum í fótbólti hjá dreingjum, sum eftir ætlan skal verða á heystið í 2021, hevurð verið í Nyon í Sveis í dag.

Her gjørdist greitt, at talan verður um sterka mótstøðu til bæði liðini.

U17-dreingirnir komu í bólk 9, har mótstøðulondini verða Eysturríki, Slovenia og Kosovo. Fyri U19-dreingirnar gjørdist talan eisini um ein sterkan bólk. Føroyska U19-liðið kom í bólk 2, saman við Týsklandi, Grikkalandi og Russlandi.

Nær og hvar EM-undankappingarnar hjá U17- og 19-landsliðunum verða spældar, er ikki endaliga avgjørt enn. Men kappingarnar verða eftir ætlan spældar í tíðarskeiðnum frá september til november komandi ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder