Talvolympiada verður í summar. Russland skuldi av røttum hýsa stóru stevnuni í 2020, men korona spilti spælið. Kappingin varð tí útsett til 2022. Men nú verður hon ikki í Moskva, sum ætlað. Øll vita hví. Í staðin hevur India við stuttum skotbrá boðið sær at skipa fyri hesum ovurhonds stóra tiltaki.
Tað frættist frá metstórari luttøku. Ikki færri enn 189 landslið fara at kappast í almennu røðini. Harumframt verða 154 lið í kappingini fyri kvinnur. Metið er frá seinastu OL-kappingini í Batumi í Georgia í 2018. Tá vóru 184 lið í almennu kappingini og 150 í kvinnukappingini.
Talvolympiadan verður í Chennai, haðan indiski stórtelvarin Anand er ættaður. Tað var har, at norðmaðurin Magnus Carlsen í 2013 vann HM-finaluna á Anand.
Talvolympiadan byrjar ólavsøkudag 29. juli og endar 10. august.
Góð manning
Tað hevur eydnast Talvsambandi Føroya at manna eitt kappingarført lið til hesa stóru avbjóðingina. Fimm telvarar eru á OL-landsliðnum. Við undantaki av John Arna Nilssen og Martin Poulsen, sum hava givið avboð, er føroyska liðið hitt sterkasta, ið hugsast kann.
Manningin er henda:
1. GM Helgi Dam Ziska 2549
2. Høgni Egilstoft Nielsen 2414
3. Rógvi Egilstoft 2284
4. IM John Rødgaard 2324
5. Luitjen Akselsson Apol 2289
USA favorittur
Russiska innrásin í Ukraina ber í sær, at altjóða talvsambandið FIDE hevur útihýst Russlandi frá kappingini. Russland hevur vanliga sterkasta liðið á talvolympiaduni, kortini hava teir ikki vunnið síðani 2002. Hesaferð hevði USA undir øllum umstøðum verið nýggjur favorittur.
Amerikanska liðið í Chennai verður hetta: 1. Fabiano Caruana 2783 2. Levon Aronian 2775 3. Wesley So 2775 4. Leinier Dominguez Perez 2754 5. Sam Shankland 2718.
Bara Hikaru Nakamura manglar. USA hevur seinnu árini styrkt seg við heilt góðum telvarum, ið hava fingið amerikanskan ríkisborgararætt. Aronian hevur nýliga skift armenska tjóðskapin um við tann amerikanska, Wesley So er ættaður av Filipsoyggjum, og Dominguez Perez av Kuba. Caruana, sum er av italskari rót, og Shankland, eru sum teir einastu á liðnum føddir í USA.
Nú Russland ikki verður við, man Kina fara at vera dyggasti kappingarneyti hjá USA. Kina vann seinastu OL-kappingina í 2018. USA var nummar tvey og Russland trý.
Av norðurlondum man lítil ivi vera um, at Norra hevur bestu møguleikarnar at gera seg galdandi. Heimsmeistarin Magnus Carlsen verður á fyrsta borði. Hann var ikki við í 2018.
Føroyar frammarlaga
Á styrkilistanum, sum altjóða talvsambandið hevur kunngjørt nú í juni yvir øll 200 limalondini í felagsskapinum, eru Føroyar nummar 70 í røðini. Tað man vera váttan um ta sterku siðvenju, sum talv hevur í Føroyum.
Í Føroyum vórðu í vetur 350 virknir telvarar skrásettir í teimum níggju feløgunum, sum kappaðust í liðkappingini.
Størsta broytingin í føroyska toppinum er skarvslopið hjá tí blaðunga Luitjen Akselsson Apol. Hann fer frá 2160 heilt upp á 2289. Lutfalsliga stóra afturgongdin hjá Rógva Egilstoft er eisini merkisverd. Hann hevði eitt miseydnað FM á páskum, og tað bøtir hann nú fyri. Hann dettur av 2369 niður á 2284. Talvsambandið hevur kortini valt at seta hann á 3. borð á OL-landsliðnum, tó at bæði John Rødgaard og Luitjen Akselsson Apol eru farnir framum.
Føroyski talvtindurin er hesin:
Topp 10 (juni 2022)
1. Helgi Dam Ziska (HT) 2549
2. Høgni Egilstoft Nielsen (ST) 2414
3. John Arni Nilssen (ST) 2334
4. John Rødgaard (VT) 2324
5. Martin Poulsen (HT) 2311
6. Luitjen Akselsson Apol (HT) 2289
7. Rógvi Egilstoft (ST) 2284
8. Olaf Berg (HT) 2204
9. Flóvin Tór Næs (HT) 2204
10. Hans Kristian Simonsen (KT) 2198
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald