Hondbóltur

Sterkt føroyskt lið til U20-EM

Fleiri A-landsliðsleikarar og aðrir sum hava gjørt vart við seg síðstu árini verða í hópinum, sum skal spæla móti Danmark, Slovenia og Ungarn í endaspælinum í Portugal í næsta mánaða.

Talan er um nógvar av teimum somu leikarunum, ið vunnu Føroyum European Open í 2019 (Mynd: hsf.fo)

Talan er um nógvar av teimum somu leikarunum, ið vunnu Føroyum European Open í 2019 (Mynd: hsf.fo)

2022-06-14 15:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Venjararnir Julian Johansen og Mark Lausen-Marcher hava úttikið 18 leikarar til U20 EM-endaspælið í Portugal, og talan er í stóran mun um nøvn, sum hondbóltsáhugaði í Føroyum kenna ógvuliga væl. 

13 av leikarunum vóru við í Göteborg á summri 2019, tá Føroyar vunnu European Open og millum annað vunnu á Ungarn, ið verður eitt av mótstøðuliðunum í Portugal. Teir flestu vóru eisini við í Bulgaria í fjør, tá plássið í EM varð tryggjað við gullið í EHF European Championship.

Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum hava av álvara gjørt vart við seg uttanlands og á A-landsliðnum, og Pauli og Pauli - Jacobsen og Mittún - hava spælt sínar fyrstu A-landsdystir í ár, hava verið lyklaleikarar fyri greipuvinnararnar H71 og skulu nú uttanlands at royna seg. Pauli Mittún var eisini á ársins liðið í Burn-deildini í ár.

Óli Mittún, ið er trý ár yngri enn beiggi sín og teir flestu av viðleikarunum, sleppur eisini við, og ársins stjørnuskot í føroyskum hondbólti og komandi Savehof-leikarin kann gera stóran mun. 

Ein annar hoyvíkingur, Janus Dam Djurhuus, var á ársins liði fyri 2021-2022, og tað var strikuleikarin hjá Neistanum Isak Vedelsbøl eisini. Hann er "nýggjur" á hesum liðnum. Tað er Bjarni Selvindi ikki, men skálamaðurin, ið aftur síðsta kappingarár skoraði aftur nógv mál síðsta kappingarár.

Samanumtikið er talan um eitt ógvuliga spennandi lið við nógvum leikarum við nógvum royndum og væleydnaðum kappingarárum, í mun til teirra unga aldur. 

Hópurin: 

Málverjar:
Pauli Jacobsen, H71 ( JS Cherbourg Manche, FRA)
Aleksandar Lacok, Neistin

Vinstri vengur:
Janus Dam Djurhuus, H71
Baldur Gillason, KÍF

Høgri vengur:
Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus Håndbold
Hanus Árason, Neistin
Bogi Hansen, H71

Strikur:
Viktor Johan Nørlyng Gaini, GOG Svendborg
Sakir Tróndarson Frýdal, H71
Ísak Vedelsbøl, Neistin

Bakspælarar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof
Rói Ellefsen á Skipagøtu, H71
Pauli Mittún, H71 (Kristiansand, NOR)
Óli Mittún, H71 (IK Sävehof, SVØ)
Sveinur Olafsson, H71
Bjarni í Selvindi, StÍF
Ovi Lützen, Kyndil
Kristoffur Bjørgvin, Kyndil

Venjararnir eru teir somu sum teir hava verið árganginum síðstu árini. Málverjavenjari er Jens á Skipagøtu, fysioterapeut er Ári Jógvansson Olsen og liðleiðari Leif Kristoffersen.

Kappingin verður hildin í Porto í Portugal í tíðarskeiðmum 7. – 17. juli, og tað  frættist at nógvir føroyingar ætla sær suðureftir at stuðla, skrivar Hondbóltssambandi, ið skrivar soleiðis um mótstøðuliðini hjá Føroyum: 

- Føroyar eru í bólki saman við Slovenia, Danmark og Ungarn. Slovenia var hægst styrkismett í bólkinum og hava Føroyar ikki møtt teimum áður. Slovenia gjørdist nr. 4 til U19 EM í fjør (EM2021 átti at verið leikt í 2020, men var útsett vegna korona). Slovenska liðið átti tá topskjúttan í kappingini Mitja Janc, sum er yngri bróður kenda slovenska leikaran Blaz Janc, sum spælir í Barcelona.

- Føroyar hava møtt Danmark einaferð. Tað var í august í 2021 í Scandinavian Open, tá Danmark vann við tveimum málum. Danmark gjørdist nr. 5 til EM2021, eitt pláss aftanfyri Slovenia.

- Ungarn gjørdist nr. 9 til EM2021 og hava Føroyar møtt teimum einaferð áður í hesum árganginum. Tað var til European Open í 2019 og tá vann Føroyar 22-20.

Leiksskráin sær soleiðis út:
Hósdagin 7. juli Danmark – Føroyar
Fríggjdagin 8. juli Føroyar – Slovenia
Sunnudaign 10. juli Ungarn – Føroyar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder