19. februar verða ársins steypafinalur hjá teimum vaksnu leiktar, og næsti mánaðin snýr seg harvið fyri tað mesta um at finna finaluliðini.
Fyrsti dysturin í bólkaspælinum hjá monnum verður leiktur í kvøld. Team Klaksvík tekur ímóti Neistanum, og hetta fer helst at vísa seg at verða ein lykladystur í bólki 1.
H71 er stórfavorittur at koma víðari sum vinnari av bólkinum, og tá næstbesta liðið hjá H71 er fjórða liðið í bólkinum, bendir ógvuliga nógv á, at stríðið um annað plássið í bólkinum stendur ímillum Neistan og Team Klaksvík, ið bresta saman í Klaksvíkar Badmintonhølli í kvøld.
Team Klaksvík skal, við nýggjum venjara, royna at vinna seg í hálvfinalurnar í steypakappingini fyri fyrstu ferð (Mynd: Jens Kr. Vang)
Team Klaksvík, sum nú hevur nýggjan venjara í Heina Hanusarson, hevur vunnið báðar dystirnar móti teimum blákløddu úr Havn í ár - við einum í fyrsta umfari í høllini á Hálsi og við trimum í Klaksvík í oktober. Klaksvíkingar eru eitt stig frammanfyri í Burn-deildini.
Hin bólkurin hjá monnum tykist meira opin á pappírinum, og í annaðkvøld spælir StÍF í Vestmanna, og í Kollafirði bresta KÍF og Kyndil saman
Sí yvirlit yvir bólkaspælið hjá monnum her
Í morgin skal besta kvinnuliðið hjá H71 aftur spæla í føroyskari kapping. Evropeiska ævintýrið heldur fram beint áðrenn steypafinaluna, og fyrsta fetið móti henni skal liðið hjá Inga Olsen og Mark Lausen-Marcher verður tikið við eitt slag av innanhýsis uppgerð í Hoyvík - móti næstbesta liðnum hjá H71. Í hesum bólkinum bendir nógv á, at Stjørnan og StÍF skulu stríðast um 2. plássið. Hesi liðini spæla í Klaksvík
Í bólki tvey í Faxe Kondi-deildini eru havnarliðini stórfavorittar at fara víðari. VB og EB eru hini liðini í bólkinum.
Sí yvirliti yvir steypakappingina hjá kvinnum her
Bólkaspælini koma at enda sunnudagin 30. desember.
KÍF - Kyndil og Stjørnan - StÍF eru útsettur vegna korona - Dagført: 21.34
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald