Fótbóltur

Steypaskelkur: AB vendi øllum á høvdið á Eiði

EB/Streymur kom á odda 2-0, áðrenn eitt korter var spælt, men tað endaði 3-2 til 1. deildarliðið. AB skal spæla hálvfinalu.

Argjafólk kunnu gleða seg til tvær hálvfinalur (Mynd: Argja Bóltfelag)

Argjafólk kunnu gleða seg til tvær hálvfinalur (Mynd: Argja Bóltfelag)

2025-04-21 17:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tann fyrsta av teimum fýra fjórðingsfinalunum er av - í Klaksvík er longd leiktíð í skrivandi stund, og í Sarpugerði og á Sandi verður bríkslað í gongd klokkan 17.15.

EB/Streymur var á veg móti einum væntaðum sigri á Eiði. Jens Erik Bruhn skoraði longu eftir fimm minuttir, og í 14. minutti hælaði Gutti Dahl-Olsen snilt til Boubacar Dabo, sum var eirindaleysur til vinstru í brotsteignum. Vongurin smekkaði til, og so var 2-0.

AB fall tó ikki í fátt, og eftir eitt málverjumistak hjá Jóannesi Davidsen prikaði Rógvi Skála bóltin í málið hjá EB/Streymi. Hetta var fimm minuttir eftir 2-0 málið, og stutt seinni noyddist besti miðvallarin hjá EB/Streymi, Óli Eyðsteinsson Poulsen, út við skaða.

Tað lá framvegis til heimaliðið, men í 2. hálvleiki gjørdi AB bart - har Bjarki Nielsen eisini kom á vøllin. Vongurin fekk tvey mál kolldømd fyri rangstøðu.

Tíggju minuttir eftir steðgin var aftur ótryggleiki í verjuni hjá EB/Streymi, sum Tóki Næss Rasmussen gjørdi sær dælt av við góðum høggi, og stutt fyri leiklok sló Fríði Pætursson Rasmussen til. Hetta var eftir hornaspark, sum varð snittað væl víðari og síðani stórt hegnisliga í málið.

Illa dekkað upp av EB/Streymi, men stórur fagnaður á Øssuri Hansen og hansara monnum.

Tað var tað eisini eftir seinasta bríksl. Eitt flott AB-avrik í Hólmanum sendir liðið úr næstbestu deildina í steypahálvfinaluna. Í kvøld verður greitt, hvørjum AB skal møta har.

Hetta var ein upplagdur møguleiki hjá EB/Streymi at fáa eitt spenanndi steypaár, men í sínum fyrsta dysti í kappini - fjórðingsfinalu á heimavølli við einari 2-0 leiðslu móti 1. deildarliði - gekk galið.

[object Object]

Fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið
Mánadagin 21. apríl, 2. Páskadag

15.00: 
EB/Streymur - AB 2-3 (1-2)

Sí meira um dystin HER

KÍ - B36 (1-1) - í longdari leiktíð

17.15: 
Víkingur - Skála
B71 - B68

Fylg gongdini ovast á portal.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder