Hondbóltur

Steypavinnararnir hjá EB heiðraðar

Fagnaðarløta var í gjár fyri U10 og U12 gentunum, sum sigraðu við Tjarnir leygardagin. Sunda kommuna og Eiðis kommuna skipaðu fyri.

Liðini Gentur 10 og Gentur 12, sum vunnu hvør sína B-finalu í Hoyvík síðsta vikuskifti (Mynd: sunda.fo/eidi.fo)

Liðini Gentur 10 og Gentur 12, sum vunnu hvør sína B-finalu í Hoyvík síðsta vikuskifti (Mynd: sunda.fo/eidi.fo)

2025-02-27 22:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Í sambandi við, at U10 og U12 genturnar hjá EB vunnu steypafinalur í hondbólti við Tjarnir farna leygardag, varð skipað fyri fagnaðarløtu týskvøldið. Stóru úrslitini og gullið varð feirað við pitsa og sodavatn aftaná venjing í ítróttahøllini við Streymin.

Soleiðis skrivar Sunda kommuna á heimasíðu sínari.

Sum Martin Kristoffur Kristiansen skrivar fyri Eiðis kommunu, so van Eiðis Bóltfelag báðar finalurnar, sum felagið var umboðað í. Gentur 10 vunnu sína finalu móti Tjaldrinum 8-7 og G12 vunnu sína finalu móti H71 25-19.

[object Object]
Gentur 10 hjá EB (Mynd: HSF)

[object Object]Gentur 12 hjá EB eftir steypasigurin leygardagin (Mynd: HSF)

Til fagnaðarløtuna finur Liðini fingu eina heilsan frá borgarstjórunum báðum, ið handaðu U10 og U12 eitt gávukort í part. Gávukortið gevur teimum møguleikan at fara út at bovla og eta saman.

Í fagnaðarrøðuni vísti Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu, millum annað á, at fyri at vinna krevst samanhald á liðunum, og tað var hetta samanhald og lyndið, ið bar tær til sigurs.

Øll røðan kann lesast her

[object Object][object Object]

[object Object]

EB húsast bæði í høllini á Eiði og í tí við Skúlan við Streymin. Báðar kommunur ynskja sínum steypavinnarum tillukku.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder