Hondbóltur

StÍF fær styrk úr Íslandi

Egill Már Hjartason kemur úr Fjølnir. Hevur royndir á íslendskum ungdómslandsliðum.

Egill Már Hjartarson, t.h., saman við Ega Gothard Danielsen, næstformanni í StÍF

Egill Már Hjartarson, t.h., saman við Ega Gothard Danielsen, næstformanni í StÍF

2022-09-08 06:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stranda Ítróttafelag hevur gjørt sáttmála við íslendska leikaran, Egill Már Hjartarson, fyri komandi kappingarár.

Egill er 22 ára gamal. Hann spælir høgri bakkur. Egill spældi við í Íslandi við ÍR og Fjølnir seinasta kappingarár. Hann hevur leikt fleiri dystir á ungdómslandsliðum.

Egill sigur soleiðis við heimasíðuna hjá StÍF um sínar væntanir fyri kappingarárið:

- Eg havi høgar vónir til kappingarárið í StÍF. Eg vil vinna FM. Ið hvussu er skulu vit vera í topp fýra. Eg meti, at vit kunnu røkka hesum, tí vit hava ein góðan og breiðan hóp, sum vil vinna. Vit skulu bara spæla væl, og so er alt opið fyri okkum.

Hondbóltskappingin byrjar komandi vikuskiftið, og StÍF byrjar við at spæla á útivølli móti Team Klaksvík. Tann dysturin verður sunnudagin kl. 17. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder