Hondbóltur

StÍF gjørt sáttmála við Victor Matthiasson og Mike Rahbek

22 ára gamli Victor er strikuleikari, og hevur hann seinasta kappingarár leikt við íslendska Fjølnir, meðan 20 ára gamli málverjin Mike hevur leikt við Ajax København og Rødovre Håndboldklub.

Egi Gothard Danielsen, næstformaður, og Mike Rahbek, málverji (Mynd: StÍF)

Egi Gothard Danielsen, næstformaður, og Mike Rahbek, málverji (Mynd: StÍF)

2022-09-10 12:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stranda Ítróttafelag boðar frá, at tey hava gjørt sáttmála við Victor Máni Matthiasson og Mike Rahbek fyri hetta kappingarárið.

Victor er 22 ára gamal strikuleikari. Seinasta kappingarár leikti hann við íslendska felagnum Fjølnir.

– Eg havi góðar vónir um, at vit vera við í oddastríðnum. Okkara lið sær lovandi út, sigur Victor um vónirnar fyri hetta kappingarárið.

[object Object]
Egi Gothard Danielsen, næstformaður, og Victor Máni Matthiasson, leikari (Mynd: StÍF)

20 ára gamli Mike skal verja málið hjá besta mansliðnum hjá felagnum hetta kappingarárið.

Mike er 197 cm høgur, og hevur hann leikt við Ajax København og Rødovre Håndboldklub.

Um flytinginga til StÍF sigur Mike, sambært heimasíðuni hjá felagnum:

– Eg eri komin til StÍF fyri at menna meg enn meira. Felagið hevur eina visión og mál, sum eg av fullum huga taki undir við. Mín væntan er, at vit vera í topp trý. Eg vóni, at eg við mínum førleikum kann vera ein týdningarmikil brikkur í hesum. Vit hava ein hóp við fleiri ungum evnaríkum leikarum. Hetta skapar eitt gott og effektiv venjingarumhvørvi, sum gevur góðar møguleikar tey næstu árini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder