StÍF boðar frá, at felagið hevur gjørt avtalu við David Edvardsen, sum verður høvuðsvenjari, og Kára Horn, sum verður hjálparvenjari.
– Báðir hava drúgvar royndir innan føroyskan hondbólt, og væntast teir at gerast ein týðandi styrkur fyri felagið komandi tíðina, skrivar StÍF.
David Edvardsen hevur í mong ár verið ein profilur í føroyskum hondbólti, bæði sum leikari, og seinni í venjaraleiklutinum. Somuleiðis hevur Kári Horn eina ríka fortíð í føroyskum hondbólti.
– Við hesum nýggja venjaratoyminum er ætlanin hjá StÍF, at byggja víðari á sterka grundarlagið í felagnum, og samstundis menna liðið enn meira, bæði í mun til úrslit og spælistíl. Felagið hevur stórt álit á, at samstarvið við David Edvardsen og Kára Horn fer at geva nýggjan íblástur, og styrkja felagið, á øllum stigum, skrivar felagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald