Hondbóltur

StÍF í FM-finaluni

Kvinnurnar hjá StÍF vunnu sær fyri løtu síðani pláss í finaluni eftir longda leiktíð móti H71.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-04-06 19:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

StÍF og H71 máttu út í longda leiktíð áðrenn avgerðin fall. Úrslitið gjørdist 23-22, og strandakvinnur hava nú møguleika at gerast føroyameistarar.

H71 skuldi vinna í dag fyri at halda lív í vónini um at sleppa í finaluna, tí við sigri í Hoyvík leygardagin, høvdu strandakvinnur annað beinið í finaluni. Men tað var ikki uttan dyst.

Hoyvíkskvinnur løgdu hart út, og vóru á odda við nógvum málum í fleiri umførum. Støðan í hálvleikinum var 13-9 til H71.

Men í seinna hálvleiki tóktiskt tað sum StÍF-kvinnurnar vaknaðu. H71-kvinnurnar fingu bara seks mál í seinna hálvleiki, meðan StÍF fekk 10. Hetta gav 19-19 tá tíðin var farin.

Tískil máttu liðini út í longda leiktíð, fimm minuttir hvønn vegin, fyri at finna ein vinnara. Her var tað StÍF, sum dróg longra stráðið við avgerandi máli frá Emmy Kass í allar seinastu løtu, og vann dystin 23-22. Hetta til stóra gleði nógvu heimaáskoðararnar, sum vóru møttir upp í kvøld.

Hin FM-finalisturin verður Kyndil ella Neistin, sum spæla aðru hálvfinaluna í Høllini á Hálsi í kvøld. Neistin vann fyrstu hálvfinaluna, tá liðini hittust í Kollafirði leygardagin.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder