Tað vóru strandakvinnur sum vóru omaná, tá dómararnir bríkslaður fyri seinastu ferð í Høllini á Hálsi seinnapartin. StÍF vann dystin 23-22 eftir at hava at verið odda 15-11 í hálvleikinum.
StÍF legði væl fyri kom á odda í beinanvegin, men síðani fekk Neistin gongd á málskjótingina, og tað bleiv meira javnt. Minuttirnar áðrenn steðgin vóru tað StÍF-kvinnurnar, sum stóðu fyri tí mesta, og fingu fýra mál á rað, meðan Neistin einki fekk. Støðan tá liðini fóru til hálvleiks var 15-11 til útiliðið.
Strandakvinnur hildu fast við góða spælið byrjanini av seinna hálvleiki, og vóru eitt skifti á odda við fimm málum, 20-15. Spakuliga ótu neistakvinnur seg inn á leiðsluna hjá StÍF, men Rebekka Justinussen skoraði til 23-22 fyri StÍF í síðsta minutti og avgjørdi dystin.
Frøi á útiáskoðarunum (Mynd: Sverri Egholm)
Hetta var fyrsta finalan av fimm møguligum, og tí er als einki avgjørt.
Mikukvøldið klokkan 18 hittast liðini aftur, og tá verður tað í Ítróttarhøllini á Skála.
Neistin - StÍF 22-23 (15-11)
Toppskjúttar: Marjun Danberg, Neistin (7 mál). Guðrið Ellingsgaard, StÍF (5 mál)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald