Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali á aðalfundinum hjá StíF í gjárkvøldið.
Eftir fýra ár í nevndini valdi Rúni Rasmussen at takka fyri seg. Hann var fyrstu trý árini formaður í felagnum, men valdi í fjør at lata staffettina víðari til Ega Gothard Danielsen.
Nevniliga Egi Gothard Danielsen stóð fyri vali í ár, og hann varð afturvaldur.
Nýggj í nevndini er Jóna Victoria Tórðardóttir Bærentsen.
Nevndin hjá StÍF sær sostatt soleiðis út
Egi Gothard Danielsen, formaður
Ann Berg Christensen, næstforkvinna
Suni Ernstsson, kassameistari
Sára Mrdalo, skrivari
Ólavur í Geil, nevndarlimur og varaskrivari
Simona Paula á Fríðriksmørk, nevndarlimur og samskipari
Jóna Victoria Tórðardóttir Bærentsen, nevndarlimur
Alexandur Johansen, tiltakslimur
Fitt av fólki varð møtt upp til aðalfundin. Áleið 25 í tali, verður sagt av Strondum (Mynd: StÍF)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald