Hondbóltur

StÍF vann seg upp á 4. plássið við sigri í Vestmanna

Vestmannakvinnur skoraðu bert fimm mál fyri stegðin. Neistin vann stórsigur á VB, og Kyndil fekk tvey stig við úr Klaksvík.

VB megnaði als ikki at halda Neistanum aftur í dag. Munurin í Høllini á Hálsi gjørdist 15 mál (Mynd: Sverri Egholm)

VB megnaði als ikki at halda Neistanum aftur í dag. Munurin í Høllini á Hálsi gjørdist 15 mál (Mynd: Sverri Egholm)

2020-12-19 19:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasta umfar í SMS-deildini varð leikt í dag. Kyndil og Neistin vunnu favorittsigrar, meðan StÍF vann í tí á pappírinum mest spenanndi dystinum. Hetta er ein týðandi sigur fyri kvinnurnar av vestara armi av Skálafjørðinum.

Eitt umfar verður 3. januar. Síðani fer steypakappingin í gongd. Sí úrslit og toppskjúttar og les um dystirnar niðanfyri. 

SMS kvinnur
13. umfar - 19.12
Stjørnan - Kyndil 20-26 (11-12)
Toppskjútti: Bára Krossteig Hansen 8 mál

Í Klaksvík vitjaði oddaliðið Kyndil, og harvið var tað toppur móti botni. Í fyrra hálvleiki leikaði heilt javnt á, og Stjørnan hekk væl við - eisini nakað inn í 2. hálvleiki - serliga orsakað av góðum verjuspæli. Sum dysturin leið gjørdi heimaliðið tó ov nógv mistøk, Kyndil var kyniskari og vann við seks málum. Tað var við Súnu K. Hansen, ið ikki kundu spæla við fullari meg orsakað av knætrupulleikum

[object Object]
Natasja Hammer sat hesuferð uttanfyri við skaða (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)


Neistin - VB 32-17 (14-8)
Toppskjútti: Marjun Danberg 9 mál

Myndir frá dystinum

Í Høllini á Hálsi var eingin ivi. Neistin hevði eina leiðslu á seks mál í hálvleikinum og bygdi av álvara uppá hana í 2. hálvleiki. Munurin gjørdist heili 15 mál og harvið nærkaðist heimaliðið H71 á stigatalvuni. VB er framvegis ikki so langt frá 4. plássinum.

[object Object]
Ingun Person skoraði sjey mál í 15-máls sigrinum hjá Neistanum á VB (Mynd: Sverri Egholm) 

VÍF - StÍF 19-22 (5-13)
Toppskjútti: Haruka Gima 10 mál, Ingibjørg Olsen 9 mál

Fimm mál. Tað var alt, sum VÍF fekk í 1. hálvleiki ímóti StÍF. Heimaliðið var annars á odda 2-0, tá tveir minuttir vóru leiktir, men so kom ein turkur á heili 20 minuttir - í tí tíðarbilinum fekk VÍF fleiri útvísingar. Tá VÍF skoraði aftur, var StÍF á odda 12-2, og hóast vestmannakvinnur komu fyri seg í endanum av 1. hálvleiki og í 2. hálvleikinum og fingu spenning í aftur, so varð munurin ongantíð minni enn tvey mál. Harvið fór StÍF frammum VÍF á stigatalvuni og hevur nú 4. plássið, ið gevur atgongd til hálvfinalurnar. Haruka Gima, toppskjúttin í SMS-deildini, gekk sum ikki einaferð á odda fyri StÍF.

Støðan:
Kyndil 22 stig
H71 19 stig *
Neistin 18 stig 
StÍF 11 stig
VÍF 10 stig
VB 8 stig
Stjørnan 2 stig

*Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder