Tólv bjargingar, svarandi til beint undir 40 prosent av skotunum, teir umleið 45 minuttirnar, hon var inni i 35-30 sigrinum á Íslandi.
Eins og í Portugal í mars kom Annika Fríðheim Petersen inn, og framdi eitt megnaravrik fyri Føroyar. Hesaferð rakk tað til søtan sigur móti Íslandi, og júst tað at spæla fyri Føroyar merkir bara meira, staðfestir málverjin, sum vegna sáttmálstøðu í Aalborg ikki sleppur á vøllin har.
Tað kunnu tey í danska felagnum angra. Í kvøld vísti Annika sínar dygdir á altjóða pallinum - mitt meðan hon stríðist við hálsbruna.
- Eg havi fyri tað mesta ligið í songini seinastu dagarnar og eisini roynt at lisið uppá íslendsku skjúttarnar. Pensilinið hjálpti tó, og eg hevði ikki meldað meg tøka, uttan so eg visti, at eg kundi gera mun. Tí annars kundi Gylta (Djurhuus á Neystabø jú væl spælt)
Hoyr eisini Anniku seta orð Bjartu Johansen og EM ovast.
Sí eisini: Føroyar løgdu gestirnar á ís og skulu til enn eitt EM-endaspæl
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald