2022-09-13 11:45
Á eykaaðalfundi á loftinum í KÍ-høllini í gjárkvøldið varð avgjørt at Stjørnan verður strikað í viðtøkunum hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag.
Hetta er eitt ynski sum nevndin hjá Stjørnuni hevur sett fram, og hetta varð einmælt samtykt, boðar KÍ frá á heimasíðuni.
Tað eru 90 ár síðani, at KÍ stovnaði hondbóltsfelagið, men nú varð hildið at tíðin er farin frá, at eitt hondbóltfelag liggur undir einum fótbóltsfelag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald