Seinasta kappingarár endaði Stjørnan aftast í SMS-deildini. Liðið var tó væl við í nógvum dystum og var nær við at spæla seg í hálvfinalurnar í steypakappingini.
Tað var fyri tað mesta Birita Ryan, ið vardi málið hjá Stjørnuni. Men 18-ára gamla klaksvíkskvinnan er landsliðsleikari í fótbólti og varð í fjør kosin ársins verjuleikari í Betrideildini. Tað er fótbólturin, ið er fremstur hjá Biritu, og Stjørnan hevur leitað eftir nýggjum fyrstamálverja.![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2019/07/18/890x590/ryan.jpg)
Birita Ryan til EM-kapping á U19-landsliðnum...![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2020/05/24/890x590/kí-hb-39.jpg)
...hon hevur tó uppaftur betri dygdir sum fótbóltsleikari (Mynd: Sverri Egholm)
Málverjin er nú funnin. Talan er um Rinu Møller Lorentzen, sum kemur úr grønlendskum hondbólti. Hon er 30-ára gomul og hevur seinast spælt við NûK í bestu deildini í Grønlandi.
Stjørnan skrivar í samband við skiftið, at Rina Møller Lorentzen eisini hevur royndir úr næstbestu donsku deildini, Í mai varð hon úttikin út til grønlendska bruttohópin til HM-undankappingardystirnar í august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald