Annað

Stór summarkapping í padel hósdagin

48 spælarar verða við - og bíðilisti er - tá seinasta kappingin í núverandi høll á Smyrilsvegnum er á skránni.

Eins og millum jól og nýggjar skipar Padel Forum fyri padelkapping í høvuðsstaðnum. Áhugin fyri ítróttinum er vaksandi (Mynd: Sverri Egholm)

Eins og millum jól og nýggjar skipar Padel Forum fyri padelkapping í høvuðsstaðnum. Áhugin fyri ítróttinum er vaksandi (Mynd: Sverri Egholm)

2026-07-21 16:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Padel er skjótast vaksandi ítróttargreinin í heiminum. Nógv gerast yrkisspælarar í padel, tað er vælumtókt frítíðarítrív, og vallir stinga seg upp javnt og samt. Spælið, sum mest minnir um tennis og borðtennis, hevur eisini fingið fastatøkur í Føroyum.

Her lat fyrsta spælistaðið upp við tveimum banum í 2022. Hetta á Smyrilsvegi í Havn - í hølunum har bløð áður vórðu prentað.

Nýggj og størri høli eru á veg í høvuðsstaðnum og vera væntandi klár at nýta út á heysti. Nakað sum vit fara at hoyra nærri um næstu tíðina.

Hósdagin 23. juli verður seinasta kappingin í núverandi hølunum, sum Fróði Sigvardsen rekur. Tað er Padel Forum, við Heina Ziska Restorff Viðoy, Arnari Lognberg og Niklas Reginssyni, sum skipa fyri kappingini.

Soleiðis var eisini millum jól og nýggjár, tá ein onnur stór kapping var: Tilsamans 64 luttakarar og 32 lið vóru í kappingini.

Tá vunnu Teitur Matras Gestsson og Bárður Mittelstein A-finaluna móti fótbóltsspælarunum Hanusi Sørensen og Stefani Radosavljevic, meðan tennisspælarar og hondbóltsspælarar eisini komu langt. Rógvi Mikkelsen og Tummas Pauli Mohr vunnu B-bólkini - eisini móti fótbóltsspælarum: Ása Dam og Ejvind R. Mouritsen.

[object Object]

[object Object]Teitur Gestsson saman við Óla Mittún eftir hálvfinaluna 

[object Object]Teitur og Bárður við steypinum 

Sí fleiri myndir frá kappingini í desember her

Fyrr í ár var ein minni kapping á skránni: Sólorka mini-cup. Har vunnu Aksel Poulsen og Julian Johansen A-kappingina - Sigurd Danielsen og Sigurð Simonsen B-kappingina.

Og tá vit nevna Sólorka: Í vár vóru fleiri føroyingar har; millum annað fyri at spæla padel undir sólini í Spania. Eisini nakað sum Padel Forum skipaði fyri. 

Hósdagin eru tvær kappingar á skránni, A og B, har tveir bólkar við seks liðum eru í hvørjari. Harvið kunnu 24 lið og 48 spæla við hesaferð. Og tað er fult tilmeldað, við bíðilista.

Byrjað verður nakað fyri døgurða og hildið verður fram til langt úti .


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder