Hann er nummar eitt á styrkislistanum, men Novak Djokovic hevði aftur hesaferð stórar trupulleikar móti 20 ára gamla Holger Rune í ATP1000-fjórðingsfinaluni í Róm. Seinasta uppgerð teirra millum var í Masters-finaluni í París síðsta ár. Tá vann Holger Rune eisini.
Við yvirskoti og sjálváliti vann Rune í triðja setti eftir eina dramatiska uppgerð í italska høvuðsstaðnum við illsinnisherðindum, regnsteðgi og hugtakandi duellum.
(Mynd: EPA)
(Mynd: EPA)
Fyrsta sett vann Holger Rune trygt 6-2. Í øðrum setti var meria javnt, og ungi danin hevði trupult at halda fokus og brúkti orku uppá ivasama dómaravgerð.
Í triðja setti var eingin ivi. Stórspælandi Rune kom breyt tvey partí, og kom á odda 4-0. Djokovic royndi alt fyri at svara aftur, men tað eydnaðist ikki.
Holger Rune vann triðja og avgerandi sett 6-2, og skal leygardagin spæla hálvfinalu móti norðmanninum Casper Ruud.
(Mynd: EPA)
Novak Djokovic 1 - 2 Holger Rune
1. sett: 2-6
2. sett: 6-4
3. sett: 2-6
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald