Tá komið er miðskeiðis inn í februar byrjar ein serstøk tíð í fótbóltsheiminum, tí knock-out dystirnir í Champions League fara í gongd. Ofta standa hesir dystirnir fyri heilt høgari góðsku - hjá liðum og/ella einstaklingum - nógvum undirhaldi og stórum spenningini.
Byrjað verður við tveimum dystum, ið síggja heilt spennandi út á pappírinum. Barcelona og PSG hava áður staðið fyri ómetaliga storum dramaði. Nú eru næstan fýra ár síðani, at Barcelona vendi 0-4 til 6-5 móti franska stórfelagnum. Tá hevði Neymar ein høvuðsleiklut fyri Barcelona. Stutt seinni skifti brasliumaðurin til júst PSG. Hann verður ikki við í kvøld, tá finalistarnir frá í fjør vitja á Camp Nou. Neymar er skaddur, og tað er fyrrverandi Real Madrid-maðurin, Angel Di Maria, eisini.
Tí hongur meira á Kylian Mbappe í kvøld, tá PSG skal royna at fáa eitt gott útgangsstøði til dystin í París. Mauricio Pochettino hevur sína greitt størstu uppgávu higartil sum PSG-venjari fyri framman. Hann varð í fjør settur í samband við starvið á Camp Nou, men tað var Ronald Koeman, ið fekk tað, og nú skal niðurlendingurin royna at fáa Barcelona, sum hevur havt trupulleikar í La Liga, aftur á evropeiska tindin.
Klopp og Pochettino eftir seinasta bríksl í Madrid í 2019 - í kvøld hava teir sera týðandi dystir á skránni (Mynd: EPA)
Liverpool var á tí tindinum í 2019, eftir at liðið hjá Klopp basti Pochettino og Tottenham í Madrid. Seinastu tíðina hevur Liverpool verið ein skuggi av tí, og eisini av tí liðnum sum so sannførandi hátt vann Premier League í 2019-2020. Orsøkin er millum annað nógvir skaðar - serliga tann hjá Virgil Van Dijk. Nú bjóðar Leipzig, ið tapti fyri PSG í hálvfinaluni í fjør av. Tað ger liðið hjá Julian Nagelsmann í fyrstu syftu í Budapest. Orsøkin er, at fólk úr Bretlandi ikki kunnu ferðast til Týsklands í løtuni. Tí hevur Liverpool ein lítlan fyrimun við, at liðið ið sló Manchester United í desember, ikki kann spæla á heimavølli.
Áttandapartsfinalurnar í Champions League
16.02
20.00:
RB Leipzig - Liverpool (í Budapest)
Barcelona - PSG
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald