Annað

Stórfingin móttøka fyri søguligum badmintonhópi

Føroyar vunnu samanlagt fimm gull, tvær silvur og eina bronsu á Oyggjaleikunum. Hetta varð hátíðarhildið í Badmintonhøllini í Gundadali.

Føroyski hópurin (Mynd: Føroya Badmintonsamband)

Føroyski hópurin (Mynd: Føroya Badmintonsamband)

2025-07-25 18:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mikukvøldið var móttøka fyri badmintonsspælarunum, sum stóðu seg so væl á Orknoyggjunum.Hetta var í Badmintonhøllini í Gundadali.

Tilstaðar vóru familja, vinfólk og tann stóra badmintonfamiljan kring føroyskt badminton. Eisini var Heidi Lava Elgeirsdóttir, forkvinna í mentanarnevndini umboðandi Tórshavnar Kommunu.

- Heidi var eisini við á Orkney, har hon eisini heppaði á badmintonleikarar okkara. So hugtikin gjørdist Heidi av badminton, at hon eftir heimkomu var farin beint at keypa badmintonútgerð til familjuna, fortelja tey í Badmintonssambandinum. 

Mariann Øster, nevndarlimur í BSF og ferðaleiðari á túrinum til Orkney, segði nøkur orð um landsliðshópin og góðu úrtøkuna.

Føroyingarnir spældu eina rúgvu av dystum - samanlagt 87.

Føroyar vunnu samanlagt fimm gull, tvær silvur og eina bronsu á Oyggjaleikunum. Tað eydnaðist at koma í báðar finalurnar í einmansleiki, umframt tær í tvímansleiki - og Føroyar vunnu allar. Finalan í blandaðum tvímansleiki hevði bara føroyingar við, og har tryggjaðu Miriam í Grótinum og Rúni Øster síni triðju gullheiðursmerki á degnum.

Nakrar myndir síggjast niðast

Á oyggjaleikalandsliðnum vóru:
Bjarnhild í Buð Justinussen
Mia Thorkildshøj
Miriam í Grótinum
Ranja Joensen
Sanna Thorkildshøj
Asbjørn Heide Olsen
Magnus Dal-Christiansen
Rúni Øster
Jónas Djurhuus
Christian Berg Petersen
[object Object]

Venjarar vóru Fai Yin Wong og Erland Poulsen.
Fysioterapeutur Bjartur B. Thomsen.
Ferðaleiðarar Sofía Olsen og Mariann Øster.
Dómarar Jónfinn Peturson og Herman Eysturoy.

[object Object]
[object Object]
[object Object]
[object Object]
Myndir: Føroya Badmintonssamband Føroya
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder