Fótbóltur

Stóri dysturin skírisdag verður spældur í Klaksvík

Fult umfar, 6. umfar, verður spælt í morgin. Við Stóra byrja teir klokkan 14.45, og NSÍ-FC Suðuroy byrjar klokkan 17. Hinir tríggir dystirnir byrja klokkan 15.

KÍ vann - í undirtali í yvir hálvan tíman - í Gundadali fyri níggju døgum síðani. Heldur umstríddi steypadysturin millum arvafíggindarnar segði heilt fitt um hesi liðini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

KÍ vann - í undirtali í yvir hálvan tíman - í Gundadali fyri níggju døgum síðani. Heldur umstríddi steypadysturin millum arvafíggindarnar segði heilt fitt um hesi liðini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-04-16 18:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tann fyrsti av heligdøgunum um páskini plagar at merkja vaksnamannafótbóltur í Føroyum, og 2025 er einki undantak.

6. umfar í Betrideildini hjá monnum verður spælt í morgin, 17. apríl. Dystirnir eru hesir:

14.45: TB - 07 Vestur

15.00: 
B36 - B68
KÍ - HB
Víkingur - EB/Streymur

17.00: NSÍ - FC Suðuroy

Stigatalvan eftir fimm umfør:
1. NSÍ 15 stig
2. KÍ 15 stig
3. HB 12 stig
4. B36 9 stig
5. EB/Streyur 7 stig
6. FC Suðuroy 6 stig
7. B68 3 stig
8. TB 2 stig
9. Víkingur 2 stig
10. 07 Vestur 1 stig

Botnbrak er í Trongisvági, NSÍ og B36 skulu byggja á sínar sigursrøðir, Víkingur skal royna at vinna fyrsta landskappingardystin, og so er stórdystur við Djúpumýru.

HB hevur ikki sæð serliga gott út móti B36 sunnudagin og í steypadystinum móti KÍ men skal í øllum føru hava stig í Klaksvík fyri at fylgja væl við. KÍ hevur vunnið allar sínar seks kappingardystir í ár

Sí eisini: HB fekk ikki viðhal í kæruni um KÍ

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder