Eitt fet nærri deildarspæli, minst seks dystir afturat og harvið eyka møguleikar í Evropa, umframt umleið fimm og einn hálv millión krónur afturat í kassan.
Hetta er tað, sum KÍ spælir fyri á Stade de Luksembourg í kvøld, har fyrsta bríksl er klokkan 19.15 føroyska tíð.
Champions League 1. umfar - seinni dysturin
Mikudagin 15. juli í Luksemborg býi
19.15: FC Atert Bissen - KÍ (1-2)
Til ber at fylgja við ovast á Portalinum - Dysturin sæst her fyri eitt gjald
Tað er úrslitið í Luksemborg, sum í stóran mun kann skilmarka kappingarárið hjá KÍ - serliga í Evropa.
Um føroyameistararnir megna at halda fyrimunin frá fyrra dystinum í 1. umfari, heldur KÍ fram í Champions League og er bert ein samanlagdan sigur afturat frá einum deildarspæli.
Tað hevði eisini merkt, at men fer niður í Europa League, tá/um liðið fer úr Champions League - og ikki beint niður í Conference League sum KÍ ger, um Atert Bissen vendir dystinum í dag.
Sí eisini: KÍ til Litava um tað eydnast at koma víðari í morgin
Samanlagt er hetta størsti dystur hjá KÍ higartil í ár, hóast liðið hjá Magnus Powell fyri stuttum millum annað spældu oddabrak í Betrideildini og sinnu steypahálvfinaluna við Løkin. Tað kann eisini vísast á, at hetta er mest týðandi dystur felagsins síðani 2023.
KÍ lá greitt til FM, tá farið varð í Champions League í 2023 og 2022. Nú er støðan øðrvísi: Kappingin millum KÍ og NSÍ sær hørð út í ár, og FM-fyrimunurin liggur í løtuni hjá NSÍ. Um tað ikki eydnast KÍ at vinna sær pláss í Champions League næsta ár - tað ger man bara við at vinna meistaraheiti - hevur tað uppaftur størri týdning fyri felagið at koma langt í Evropa í ár.
Kravið í kvøld er, at KÍ ikki tapir dystin. Vinnur Atert Bissen við einum máli eftir 90 minuttir, skal longd leiktíð, og møguliga brotssparkskapping til, í Luksemborg býi.
![]()
Mynd: Klaksvíkar Ítróttarfelag/Kronberg Photography
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald