Fótbóltur

Stórt FA Cup vikuskifti fyri framman

Liðini úr Premier League og The Championship eru nú við, og 32 dystir verða spældir næstu trý samdøgrini. Byrjað verður á Old Trafford, har Lampard og Everton vitja.

Frank Lampard við FA Cup-steypinum í 2007, tá Chelsea basti Manchester United í longdari leiktíð. Lampard var dagsins leikari tá - í kvøld spælir hansara Everton-lið á Old Trafford í triðja umfari

Frank Lampard við FA Cup-steypinum í 2007, tá Chelsea basti Manchester United í longdari leiktíð. Lampard var dagsins leikari tá - í kvøld spælir hansara Everton-lið á Old Trafford í triðja umfari

2023-01-06 16:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Triðja umfar í FA Cup er nakað serstakt. Hóast nakað av glitrinum er farið av tí og kappingini sum heild, so markar hetta umfarið nakað stórt í heimsins elstu steypakapping: Liðini úr teimum báðum ovastu ensku deildunum koma nú inn í kappingina, og ein rúgva av dystum eru - serliga leygardagin - har lagt er upp til "FA Cup Magic"

Tann fyrsti dysturin, sum er á skránni, er ein av teimum fimm hetta vikuskifti, har tvey Premier League lið hittast: Manchester United tekur ímóti Everton. Heimaliðið er í einum góðum stima við fýra sigrum á rað - seks í øllum kappingum - meðan Everton stríðist í botninum í Premier League.

Í vikuni tapti Everton 4-1 á heimavølli fyri Brighton. Enskir miðlar hava róð uppundir, at dysturin í kvøld kann gerast tann seinasti hjá Frank Lampard, og at fyrrverandi Everton og Manchester United leikarin Wayne Rooney møguliga tekur yvir. Sum spælari vann Lampard FA Cup fýra ferðir við Chelsea - nú skal hann royna at skapa eitt úrslit, sum fá væntað.

Í morgin verður enskur steypafótbóltur í umleið tíggju tímar. 22 dystir eru á skránni, og endað verður við at liðið, sum vann í fjør, Liverpool, tekur ímóti Wolves. Áðrenn tað eru nógvir dystir millum lið úr lægri deildum, og so eru nøkur Premier League-lið stórfavorittar. 

Sunnudagin er Manchester City - Chelsea stóri dysturin. Arsneal og Oxford United úr triðbestu deildini binda sloyfu á mánakvøldið.

FA Cup 3. umfar
Fríggjakvøldið 06.01
20.00: Manchester United - Everton

Til ber at síggja yvirlit yvir alt umfarið her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder