Føroysku hondbóltslandsliðini eru seinastu árini farin at gera um seg aftur í altjóða hondbólti. Fleiri sera góð úrslit hava verið; bæði á vaksnamannsíðuni og hjá ungdómslandsliðunum. Tó hava føroysku liðini ikki spælt í evropeiskum kappingunum javnan og als ikki í eina tíð.
Í 1972 spældi manslandsliðið hjá Kyndli fyri fyrstu ferð í evropeiskari kapping. Liðið royndi seg móti finska meistaraliðnum og árið eftir móti tí norska meistaraliðnum. Úrslitini í stóru framburðarárunum hjá føroyskum manshondbólti í 1970'árunum vóru góð. Seinni eru eisini góð úrslit komin: Í 1989 vann Kyndil seinna dystin á Vali úr Íslandi, og í 1997 stóð VÍF fyri einum uppaftur flottari sigri, tá tá teir gulu og bláu vunnu og rumenska meistaraliðnum, Dinamo Bukarest. Í báðum førum komu sigrarnir á heimavølli.
Í hesari øldini hevur Neistin gjørt vart við seg í Evropa. Fýra ár á rað varð liðið við í evropeiskar kapping. Í 2008 vunnu teir bláu úr Havn heimadystin á HC Lovcen - Cetinje úr Montenegro. Árið eftir tapti sterka Neista-liðið við einum máli í Serbia móti HC Kolubara. Í 2011 eydnaðist sum fyrsta føroyska liðið at spæla seg víðari í Evropa. AC Latsia varð varpað úr 1- umfari úr EHF Cup eftir tveir greiðar Neista-sigrar. Í 2. umfari var Madeira tó ov sterkt, og síðani hevur einki føroyskt manslið leikt í Evropa. Kvinnurnar hjá Neistanum luttóku tó í EHF Cup í 2016 og leiktu ein góðan dyst á heimavølli móti CSM Ploiesti úr Rumenia ið endaði 24-26.
Peter Krogh og hinir á H71-liðnum hava í vikuskiftinum eina sera spenanndi avbjóðing
Nú fer H71 at royna seg, og hoyvíkingar spæla báðar dystirnar í Føroyum. Tó verður tað ikki í Hoyvíkshøllini, men í Høllini á Hálsi sum er góðkend til slíkar dystir. Mótstøðuliðið hevur gingið við til at spæla báðar dystirnar í Føroyum og so deila feløgini ferða- og gistingarútreiðslur. Í H71 meta tey, at tíðin er røtt til taka hetta stigið. Liðið heur vunnið FM seinastu trý árini og er stórfavorittur at gera tað aftur í ár.
Lutakastið var ikki gott fyri H71. Av teimum 34 londunum í 2. umfari í EHF Challenge Cup má RK Maribor Branik metast at vera eitt av teimum allarsterkastu. Hoyvíkingar, ið skulu spæla evropeiskan hondbólt á fyrsta sinni, fáa sína sak fyri, men talan er um eina spennandi avbjóðing, ið felagið og leikarar gleða seg nógv til.
Fyrri dysturin er fríggjakvøldið og tann seinni sunnukvøldið. Báðir byrja klokkan 19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald