Fótbóltur

Stórur dagar við stórum liðum

Slovenia og Serbia seta gongd á sjeynda EM-dagin, og nógv er uppá spæl klokkan 14. Tað er tó størst spenningur um Danmark - Ongland (kl. 17) og Italia - Spania (kl. 20) her um leiðir.

Harry Kane og Ongland vóru omaná í EM-hálvfinaluni fyri trimum árum síðani. Danmark hevur áður bjóðað Onglandi av og skal royna at gera tað í Frankfurt í kvøld (Mynd: EPA)

Harry Kane og Ongland vóru omaná í EM-hálvfinaluni fyri trimum árum síðani. Danmark hevur áður bjóðað Onglandi av og skal royna at gera tað í Frankfurt í kvøld (Mynd: EPA)

2024-06-20 10:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í juli 2021 var Ongland eina løtu á veg út í EM-hálvfinaluni á heimavølli. Mikkel Damsgaard legði Danmark á odda við frálíkum beinleiðis frísparki eftir lítlan hálvan tíma, og danir sansaðu eina heilt stóra løtu á Wembley.

Soleiðis varð ikki. Onglendingar svaraðu aftur, og Harry Kane avgjørdi við ivasomum brotssparki í yvirtíðini. Nú er huglagið kring danska landsliðið nógv meira neiligt. Tað er ikki frægari eftir javnleikin móti Slovenia, og Christian Eriksen er aftur mest umráðandi spælarin. Málskjúttin sunnudagin fær eisini stórt rós í Onglandi fyri sínari dygdir undan dagsins dysti millum londini.

Í trimum dystum móti Onglandi undir Kasper Hjulmand hevur Danmark ikki tapt eftir 90 minuttir (ein sigur og tveir javnleikir). Vónirnar í Danmark eru tó ikki so stórar til dystin í kvøld - tað er helst í síðsta umfari móti Serbia, at neyðugu stigini fyri at koma víðari skulu koma.

[object Object]
Christian Eriksen hevði flest lyklalveringar av øllum í 1. umfari í endaspælinumn. Hann kenna onglendingar væl (Mynd: EPA)

Fyri trimum árum síðani endaði tað - eins og so ofta hjá Onglandi - við stórum vónbroti eftir brotssparkskapping. Nú er ein kensla av, at "nú skal tað verða". 

"It's coming home" røddirnar kunnu gerast sterkari við sterkum avriki í kvøld. Móti Serbia var tað gott eina løtu, men í 2. hálvleiki vildi/kundi Ongland lítið við bóltinum, høga orkan og góðskan frameftir vantaði, og dysturin gjørdist javnari, enn flest allir ongledingar vildu og væntaðu.

Atfinningar vóru um serliga um Trent Alexander-Arnold á sentrala miðvøllinum og Phil Foden á vonginum, umframt Harry Kane. Gareth Southgate hevur tó sínar mannagongdir og spælir helst við sama liðið í dag. Ongland skal nokk koma víðari - tað er bert ein spurningur um, við hvørjum "úttrykki" tað er.

[object Object]
Jude Bellingham skoraði einasta enska málið móti Serbia - miðvallarin úr Real Madrid kann verða lykilin hetta summarið (Mynd: EPA)

Suðurevropeisku risarnir hittast - Slovenia og Serbia í lykladysti

Ein risastórur EM-dagur fyri tey við áhuga fyri Danmark og Onglandi. Tað er her um leiðir, har summi helst ivast í, hvørjum tey halda meira við. Tað verður stórt í  Suðurevropa seinni í kvøld. Spania og Italia hava vunnið trý av teimum seinastu fýra EM-endaspølinum, og við sigrunum hjá Portugal í 2016 og Grikkalandi í 2021 hava lond úr sunnasta partinum av Evropa tikið øll evropemaeistaraheitini, síðani Frakland vann í ár 2000.

Italia er verandi evropameistari. Liðið er tó væl øðrvísi enn í 2021 - uttan millum annað Chiellini og Bonucci - og Spalletti er venjari ístaðin fyri Mancini. Einki HM-endaspæl í 2022, og eftir 23 sekund móti Albania var 0-1. "Gli Azzuri" reisti seg tó skjótt, og tað endaði 2-1.

Spania vann á ein heilt annan hátt. Flott og kyniskt hvørt um annað móti Kroatia, har øll trý málini komu í 1. hálvleiki. Dysturin í kvøld kann verða ein staðfesting afturat av styrkini hjá Spania, og lagt er upp til spennandi dyst á heimavøllinum hjá Schalke 04.

Søguliga hevur Italia verið eitt stórt spøkilsi hjá Spania. Hetta varð fyribils vent við 4-0 finalusigrinum í Kiev í 2012, men nábúgvarnir vendu tí skjótt aftur: Bæði í 2016 og í 2021 sendi Italia Spania úr EM - í ávíkavist áttandapartsfinaluni og í finaluni.

[object Object][object Object]
Italia var omaná eftir brotssparkskapping í hálvfinaluni  á Wembley í 2020. Nú skulu Morata og hinir svara aftur (Mynd: EPA)

Fyrsti dysturin í dag hevur stóran týdning fyri bólk C. Slovenia og Serbia spæla um tey stigini, ið kunnu senda liðini víðari, tá tey hittast á Allianz Arena seinnapartin.

Bæði vístu dygdir í løtum móti ávíkavist Danmark og Onglandi. Helst eru tað serbar, ið hava meira á liðnum, men Jab Oblak skal royna at forða royndu Mitrovic, Tadic og hinum.

Í Serbia hevur tað skapt vreiði, at albansku og kroatisku áskoðarnir undir teirra dysti í gjár sundu: "Drep, drep, drep, drep ein serba". Tað vísir spenningarnar á Balkan, og aðalskrivarin í serbiska fótbóltssambandinum hevur hótt við, at Serbia kann taka seg úr endaspælinum. Krav er sett fram um revsing til Albania og Kroatia.

EM 2024 - 2. umfar í bólkaspælinum
Í dag, hósdagin 20. juni
14.00: Slovenia - Serbia
17.00: Danmark - Ongland

Bólkur C:
1. Ongland 3 stig
2. Danmark 1 stig
3. Slovenia 1 stig
4. Serbia 0 stig

20.00: Italia - Spania

Bólkur B:
1. Spania 3 stig *
2. Italia 3 stig *
3. Albania 1 stig
4. Kroatia 1 stig

Ein dyst færri

Mikudagin 19. juni (í gjár)
Albania - Kroatia 2-2 (1-0)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder