
Síðsta vikuskifti var stórur hálvfinaludagur á Giljanesi, har bæði mans- og kvinnuliðini hjá Fleyr og Mjølni spældu seg í steypafinalurnar.
Leygardagin 26. apríl verða finalurnar í Bónuskappingini spældar í ítróttarhøllini Inni í Dal á Sandi.
Kvinnur: Fleyr - Mjølnir kl. 15:00
Menn: Mjølnir - Fleyr kl. 18:00
Fyrr í ár spældu børn og ung eisini steypafinalur í góðu umstøðunum á Sandi.
Hetta verður endabresturin fyri flogbóltskappingarárið í Føroyum, og nógv er uppá spæl. Kvinnurnar hjá Fleyr og menninir hjá Mjølni fara eftir greipuni.
Finalurnar kunnu síggjast á Televarpinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald