Hondbóltur

Strandingar javnaðu í evstu løtu

Martin Danielsen skoraði til 26-26 tá eitt sekund var eftir og syrgdi sosatt fyri einum stigi móti føroyameistarunum.

(Mynd: HSF)

(Mynd: HSF)

2022-09-18 22:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroyameistararnir úr H71 hava ikki havt eina góða byrjan uppá kappingarárið. Nógvir av stóru profilunum eru farnir uttanlands at royna eydnuna, og tað sæst aftur. Grundspælið í Burn deildini byrjaði síðsta vikuskiftið, og tá vunnu vestmenningar 27-28 á H71. 

Í dag vóru hoyvíkingar á vitjan hjá StÍF á Skála og hóast tað stóran part av dystinum bendi á ein sigur, javnaðu strandingar í evstu løtu. 

Støðan var 11-15 tá liðini fóru til hálvleiks. Hoyvíkingar førdu allan dystin, og vóru eitt skifti í seinna hálvleiki á odda við sjey málum.

Strandingar komu aftur í dystinum, og fingu í seinasta minutti møguleika at javna. Tá sjey sekund vóru eftir kundi StÍF fara í álop fyri at javna, og tað gjørdu teir eisini. Martin Danielsen skoraði í allar seinasta sekundið í dystinum til úrslitið 26-26.

Ein annar dystur varð leiktur í bestu hondbóltsdeildini hjá monnum. Kollfirðingar vóru á vitjan í Vestmanna. VÍF var á odda 16-9 í steðginum og vann dystin 31-23.

Úrslit í dag

StÍF - H71 26-26 (11-15)
VÍF - KÍF 31-23 (16-9)

Støðan Burn deildin

1. VÍF 4 stig (2 dystir)
2. Team Klaksvík 2 stig (1 dyst)
3. Neistin 2 stig (1 dyst)
4. KÍF 2 stig (2 dystir)
5. StíF 2 stig (2 dystir)
6. H71 1 stig (2 dystir)
7. Kyndil 0 stig (2 dystir)

Komandi dystir í Burn deildini

Leygardagin kl. 16: StÍF - VÍF í høllini á Skála
Sunnudagin kl. 16: H71 - Neistin í Hoyvíkshøllini
Sunnudagin kl. 17: Team Klaksvík - Kyndil í Badmintonhøllini


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder