Fótbóltur

Stríðast um at sleppa burtur frá strikuni

TB tekur ímóti EB/Streymi og týdningarmikil stig í botninum eru uppá spæl.

Liðini hittust í 3. umfar fyrr í ár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Liðini hittust í 3. umfar fyrr í ár (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-08-16 13:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein dystur í Betrideildini verður leiktur nú seinnapartin. Hann verður í Trongisvági, har EB/Streymur vitjar. Liðið hjá Jákup Martini Joensen hevur tapt samanlagt 13-0 seinastu tveir dystirnar (í Sarpugerði og heima móti KÍ), og skal nú reisa seg móti TB.

EB/Streymur vann 2-0, tá liðini hittust í Streymnesi í 3. umfari, og ein sigur í dag hevði merkt, at EB/Streymur fyribils var leyst frá TB og botnstríðnum.

Eina og EB/Streymur hevur TB vunnið á Skála fyrr í ár. Tað er tó einasti sigur, ið tvøramenn hava vunnið í ár. Teir hava havt tað trupult við at skora mál og hava bert fingið tvey stig á heimavølli. Nú kann TB koma undir liðuna á EB/Streymi.

Fleiri broytingar hava verið í hópinum seinastu tíðina. Mads Raben er farin aftur til Danmarkar, og tað er Teitur Olsen eisini. John Villi Leo er eisini farin til Danmarkar í lestrarørindum. Hinvegin eru Mark Kongstedt og tvøramaðurin Heine Mortensen komnir. Serbiski áleyparin Filip Obadovic er eisini komin til felagið.

Fyrsta bríksl við Stóra verður klokkan 15. Kári á Høvdanum, ið júst er komin ein bólk upp millum FIFA-dómarar, dømir. Vit dagføra frá dystinum á forsíðu okkara.

Støðan:

1. HB 46 stig (17 dystir) 
2. KÍ 41 stig (17 dystir) 
3. B36 37 stig (16 dystir)  
4. NSÍ 35 stig (17 dystir) 
5. Víkingur 26 stig (16 dystir) 
6. ÍF 20 stig (16 dystir)
7. EB/Streymur 10 stig (15 dystir) 
8. TB 7 stig (15 dystir) 
9. AB 7 stig (17 dystir) 
10. Skála 2 stig (16 dystir)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder