Fótbóltur

Stríddu seg til ein javnleik í fyrstu royndini

Í einum misjøvnum avrikið í rótutum dysti, har eitt stórt persónligt mistak kostaði tíðliga, var tað eitt skot frá innskifta Meinhardi Egilssyni Olsen, sum rakti ein mótstøðuleikara, ið tryggjaði Føroyum eitt stig.

Mynd: Aleksandar Djorovic / portal.fo

Mynd: Aleksandar Djorovic / portal.fo

2021-03-25 21:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar eru komnar í gongd í HM-undankappingini við einum stigi á útivølli. Hetta er ikki nakað, ið er so galið, og serliga ikki tá mótstøðuliðið er á odda í 70 minuttir. Tó var tað langt frá alt í føroyska spælinum og avrikinum, sum var nóg gott í dystinum móti lægst styrkismetta liðnum í bólkinum. Tað manglaði millum annað góðsku í allarflestu fríspørkunum, og samanspælið hekk ikki heilt saman. Tó var stríðsviljin har, og føroyingar fingu so líðandi skapt nakrar góðar støður og fingu eitt týðandi mál seint í dystinum.

Liðið hjá Håkani Ericson sá gott út fyrstu minuttirnar, men í 9. minutti misti Sonni Ragnar Nattestad bóltin í uppsælinum, sum í høvuðsheitinum ikki var gott hjá Føroyum fyri steðginum. Hetta varð revsað við kassa 1, og so var mótbrekka. 

[object Object]
(Mynd: Aleksandar Djorovic / portal.fo)

[object Object]
Odmar Færø noyddist út fyri steðgin orsakað av skaða í fótinum (Mynd: Aleksandar Djorovic / portal.fo)

Fyriuttan tvey hornaspørk gjørdist føroyingar ikki vandamiklir fyri steðgin, men "úttrykið" var í høvuðsheitinum betri í 2. hálvleiki. Eftir áleið ein tíma høvdu bæði liðini ein stóran møguleika hvør innan ein minutt: Fyrst bjargðu moldovar í fimm-metrinum eftir at gott føroyskt spæl endaði við, at Jóan Símun Edmundsson royndi seg, og síðani rakti Damascan stongina, tá hann royndi seg av brotsteigarmarkinum. 

Annars vóru føroyingar omaná og høvdu bóltin meira, umframt fleiri málroyndir. Tær vóru tó fáar, og tað skuldi eitt blokerað skot til, fyri at bólturin stakk í moldovska málið. Talan var tó um nakrar góðar føroyskar atgerðir: Raski Gunnar Vatnhamar vann bóltin mitt á moldoviski hálvuni, Brandur Hendriksson hugsaði skjótt og spældi væl saman við innskifta Jóannes Bjartalíð, ið kom væl inn í dystin, og síðani fann skálvíkingurin Meinhard Olsen, ið hevði runnið rætt. Innskifti Bryne-leikarin royndi seg nakað til vinstru í brotsteignum, og umvegis eitt moldoviskt bein, fór bólturin í mál til 1-1, ið eisini gjørdist endaliga úrslitið, og tað var helst rættvíst.

Á forsíðu okkara ber til at atkvøða fyri dagsins leikara hjá Føroyum
Myndir: Moldova - Føroyar

Undir Håkani Ericson og hansara toymi hava Føroyar nú vent 0-1 til 1-1 fýra ferðir og hava ongan kappingardyst tapt. Sunnudagin verður ein stór og áhugaverd avbjóðing á skránni í Eysturríki

Undankapping til HM 2022 - bólkur F
Chisnau Zimbru stadion - 25.03
Moldova - Føroyar 1-1 (1-0)
9' Ion Nicolaescu 1-0
83' Meinhard Egilsson Olsen 1-1

Føroyar (4-4-2): Gunnar Nielsen - Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø (40' Heini Vatnsdal), Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen - Sølvi Vatnhamar (78' Ári Mohr Jónsson), Gunnar Vatnhamar, Hallur Hansson (L - 68' Jóannes Bjartalíð), Brandur Hendriksson Olsen - Klæmint Andrasson Olsen, Jóan Símun Edmundsson (78' Meinhard Egilsson Olsen) 

Hini úrslitini í bólkinum:
Ísrael - Danmark 0-2
Skotland - Eysturríki 2-2

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder