Fótbóltur

Stríðið um 2. plássið tætt - stríðið um FM so at siga liðugt

Bæði liðini vóru ónøgd við úrslitið í Klaksvík í kvøld, men javnleikurin millum KÍ og B36 var góður fyri NSÍ og serliga HB, ið kann tryggja sær FM um eina viku. KÍ hevði leikliga yvirvág, men fekk ikki mál fyrrenn í 94. minutti.

Stefan Radosavljevic hevur her sent bóltin í KÍ-málið. Heimaliðið hevði í kvøld tørv á trimum stigum fyri at veruliga halda lív í vónini um FM (Mynd: Sverri Egholm)

Stefan Radosavljevic hevur her sent bóltin í KÍ-málið. Heimaliðið hevði í kvøld tørv á trimum stigum fyri at veruliga halda lív í vónini um FM (Mynd: Sverri Egholm)

2020-10-21 21:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B36 hevur seinni árini havt gott tak á KÍ í Klaksvík, og hevði undan dystinum í kvøld vunnið báðar teir undanfarnu móti føroyameistarunum í ár. Í næstan 45 minuttir í kvøld stevndi árstalsfelagið eisini ímóti einum sigri í Klaksvík, men so valdi Odmar Færø at renna fram við í brotsteigin hjá B36. Miðverjin við eyðkenda reyða skegginum hevur umboðað besta liðið hjá B36 í 11 ár, men hevur í ár spælt við KÍ, og í 94. minutti í kvøld skoraði hann til 1-1, tá hann kastaði seg fram til eitt innlegg frá innskifta Boris Dosljak. Talan var um triðja málið hjá Odmari í ár, og tað setti so at siga punktum fyri inntensa dystin í regninum í Klaksvík, har eingin fegnaðist eftir seinasta bríksl.

Sí eisini: (Video): Ætlaði ikki at jubla móti B36

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

Maðurin ið fyllur 31 ár 1. november var nær við at javna fyrr í hálvleikinum, men stútarin eftir hornaspark varð bjargaður á strikuni. Neyðugt var hjá heimaliðnum at søkja eftir útjavnandi málinum, tí Stefan Radosvljevic legði B36 á odda næstan beinanvegin í 2. hálvleiki. Útiliðið fekk fríspark áleið 25 metrar frá málinum og nakað til vinstru, og miðvallarin gjørdi ikki mætari enn at smekka bóltin upp í málhornið. Talan var um eitt sera vakurt frísparksmál frá 20-ára gamla tvøramanninum - hansara fimta í Betrideildini í ár.

Sí eisini: (Video) Súrt at lata mál inn í yvirtíðini

[object Object]Mynd: Sverri Egholm

Lukaz Jarosinski fekk ikki fatur á bóltinum, hóast hann strekti armin so nógv sum gjørligt. Póllendingurin vardi annan dystin á rað málið ístaðin fyri Kristian Joensen. Hann sá ótryggur út í sínari veruligu fyrstu atgerð í dystinum, men helt annars nøkrum innleggum væl. B36 spældi seg ikki til nakran veruligan málmøguleika í 1. hálvleiki, men Árni Frederiksberg hevði tvær skotroyndir. KÍ skapti nakrar vandamiklar støður - millum annað við deyðbóltum, men myndin var, sum hon eisini bleiv í 2. hálvleiki: Heimaliðið kom ikki veruliga til frí skot. B36 hugsavnaði seg nógv um at verja væl, og sum dysturin leið varð meira og meira roynt at taka leikferðina úr dystinum. Stefan fekk ein stóran møguleika fyri at økja, og í hinum endanum royndu Páll Klettskarð og Jóannes Bjartalíð seg, men Símun Rógvi vardi fyri.

Málverjin hevði ongan møguleika í yvirtíðini, og javnleikurin merkir, at B36 ikki veruliga kom tættari uppá 2. plássið, ið gevur atgongd til Europa League komandi ár. Kappingin er tó tøtt, og liðið hjá Jákupi á Borg hevur eisini steypakappingina at dúva uppá. Tað hevur KÍ ikki, og nú FM tykist púra farið, so er tað stríðið um evropeiska plássið, ið fer at fylla seinastu fimm dystirnar. Mikkjal Thomassen og hansara menn skulu millum annað til Runavíkar at spæla ein lykladyst skjótt. HB, ið KÍ hevur jagstra alt ár, kann tryggja sær FM við at vinna komandi tveir dystirnar (á Argjum sunnudagin og heima móti NSÍ næsta mikudag - 28/10)

Myndir: KÍ - B36

21. umfar - 21/10
KÍ - B36 1-1 (0-0)
49' Stefan Radosavljevic 0-1
90' Odmar Færø (Boris Dosljak) 1-1

Støðan í Betri deildini

1. HB (61 stig) 23 dystir
2. NSÍ (53 stig) 23 dystir
3. KÍ (52 stig) 22 dystir
4. B36 (52 stig) 23 dystir
5. Víkingur (44 stig) 23 dystir
6. ÍF (23 stig) 23 dystir
7. EB/Streymur (20 stig) 24 dystir
8. TB (15 stig) 24 dystir
9. AB (7 stig) 23 dystir
10. Skála (6 stig) 24 dystir

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder