Fótbóltur

Styrkisroynd í Klaksvík

Føroyameistararnir taka ímóti steypavinnarunum nú seinnapartin. KÍ skal halda fast í oddasessinum og vísa seg væl fram, nú mótstøðan harðnar - Víkingur skal halda sambandi í oddinum.

Árni Frederiksberg og liðfelagarnir skulu royna at hava tamarhald á Sølva Vatnhamar og hinum víkingunum (Mynd: Sverri Egholm)

Árni Frederiksberg og liðfelagarnir skulu royna at hava tamarhald á Sølva Vatnhamar og hinum víkingunum (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-16 12:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fult umfar er í Betrideildini í dag. Talan er um 6. umfar, sum í roynd og veru er umfar nummar fimm. Eitt útsett umfar frá mars verður spælt seinni í mánaðinum.

Greitt størsti dysturin á pappírinum er tann, sum er á skránni á Djúpumýru. Har vitjar Víkingur, sum seinastu mánaðirnar hevur mist fleiri av lyklaspælarunum frá í fjør, tá talan gjørdist um silvur í landskappingini og steypagull - við sigri á júst KÍ. Higartil hevur Víkingur vunnið á uppflytarunum, tapt 0-3 fyri B36 á heimavølli og í nógva vindinum á Svangaskarði mikukvøldið endaði tað 3-3.

Harvið er talan um lykladyst fyri steypavinnararnar seinnapartin. Jóhan Petur Poulsen hevur sagt, at málið framvegis er at vera við í oddinum - til tess krevst stig í Klaksvík í dag. Víkingur er tætt við havnarfeløgini og fimm stig aftanfyri júst KÍ, ið higartil hevur greitt sína skyldu í øllum dystunum, har liðið hevur verið risafavorittur.

Í dag skulu føroyameistararnir prógva sítt virði móti Víkingi, ið fer at bjóða av á annan hátt enn undanfarnu mótstøðulið. EB/Streymur gjørdi tað tó trupult í Klaksvík í 2. umfari, har tað endaði 1-0, og KÍ hevur vunnið tveir teir seinastu við tveimum málum. Hetta er á ymsan hátt fyrsta stóra taktiska uppgávan hjá Magna Hoseth, høvuðvenjara og fyri at basa stríðsfúsi Víkingunum krevst nógv hegni og hugsavnan av øllum.

[object Object]
KÍ vann 2-0 á Argjum mikukvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
KÍ hevur havt takið á Víkingi í Betrideildini seinastu mongu árini, men í steypafinaluni í okotber vóru teir úr Eysturkommunu omaná (Mynd: Sverri Egholm)

Víkingur hevur við snildni bjóða KÍ av í innanhýsis dystunum seinastu árini, og í steypafinaluni bragdaði hjá liðnum úr Eysturkommunu. Annars hevur KÍ havt takið, hvat sigrum viðvíkur. Seinast KÍ og Víkingur spældi tveir landskappingardystir í Klaksvík í einum ári var í 2018. Tá vann Víkingur - undir leiðslu av Maurice Ross - 2-1 í fyrra dystinum, og tann seinni endaði 1-1. Fýra tey seinastu árini hevur KÍ vunnið hvørjaferð á Víkingi í Klaksvík, men fyriuttan dystin í fjør (1-0) hevur Víkingur ikki verið í so góðari støðu, júst tá dystirnir við Djúpumýru hava ligið. KÍ hevur ikki tapt fyri Víkingi yvirhøvur í Betrideildini í næstan fimm ár.

Áhugavert verður at síggja, hvussu liðini liggja til hvørt annað nú. Ymiskt bendir á, at Víkingur fer at spæla 4-4-2. Skaddi høgri bakkurin Ari Olsen manglar framvegis. KÍ koyrir nú við 4-2-3-1 leikskipan. Mads Boe Mikkelsen var aftur á vøllinum á Argjum eftir vøddaskaða, og tað kann verða ein lykil hjá KÍ at hava tekniskt gávaða hálva leirvíkingin á miðvøllinum í dag. Har fer skaddi René Shaki Joensen tó at mangla. Fyrsta bríksl við Djúpumýru verður klokkan 15. Jóhan Hendrik Ellefsen er maðurin við floytuni.

Vit fylgja tætt dystinum í Klaksvík í dag. Eisini eru dagføringar frá øllum dystunum í umfarinum á forsíðu okkara. Hetta í samstarvi við dystir.fo 

Betrideildin 6. umfar (umfar nummar 5 )
Sunndagin 16.04

15.00: 
KÍ - Víkingur
AB - B36 
HB - ÍF
TB -  07 Vestur 

16.00: B68 - EB/Streymur

Støðan í Betrideildini eftir fýra umfør

1. KÍ 12 stig
2. HB 10 stig
3. B36 9 stig
4. Víkingur 7 stig
5. ÍF 6 stig
6. EB/Streymur 6 stig
7. 07 Vestur 4 stig
8. B68 2 stig
9. TB 1 stig
10. AB 0 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder