Suðuramerikanska fótbóltssambandið (Conmebol) tekur, ikki undir við ætlanini hjá Fifa um at hava eitt HM-endaspæl annað hvørt ár.
– Har er eingin orsøk, fyrimunur ella grundarlag fyri tær broytingar, sum Fifa hevur lýst við. Tí vátta tey tíggju londini, sum eru partur av Conmebol, at tey ikki fara at luttaka í einum HM-endaspæli, sum verður fyriskipað annað hvørt ár, skrivar Conmebol.
Conmebol undirstrikar tó, at sambandið stuðlar núverandi skipan við HM fjórða hvørt ár. Men nýggja skipanin, sum Fifa umhugsar at brúka, er ikki væl dámd.
– Ætlanin vendir nærum 100 ára fótbóltssiðvenju bakið og ignorerar søguna handan týdningarmiklasta ítróttartiltakinum, skrivar Conmebol sambært Ritzau.
Hendan útsøgnin frá Conmebol kemur eftir, at lokalu fótbóltssambondini í teimum tíggju limalondunum høvdu fund mikudagin.
Millum onnur, sum hava víst sína ónøgd við nýggju ætlanina hjá Fifa eru evropeiska fótbóltssambandið (Uefa), Altjóða Olympiska Nevndin (IOC), fleiri fjepparabólkar kring heimin, og norðurlendsku fótbóltssambondini.
Eftir ætlan fer Fifa at leggja fram ætlanina fyri HM á fundi 20. desember.
Les eisini: Fótbóltssambondini í Norðurlondum ynskja ikki HM annaðhvørt ár
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald