– Vit eru sera fegin um at Suðuroyar Sparikassi verður høvuðsstuðul hjá Faroe Islands Handball Cup 2020, sigur Bogi Mortensen, vegna fyrireikarar av stóru hondbóltskappingini, sum verður í Vági komandi dagarnir.
– Fyri okkum er hetta eitt stórt tak at skipa fyri so stórari kapping, har tað verða umleið 500 leikarar, sum fara at spæla hondbólt mánadagin, týsdagin og mikudagin, tí er tað eisini umráðandi at hava góðar stuðlar. Suðuroyar Sparikassi hevur altíð verið ein drúgvur og trúfastur stuðul hjá ítróttarlívinum í nærumhvørvinum, og nú tekur Suðuroyar Sparikassi so enn eitt tak, og tað eru vit takksom fyri, sigur Bogi Mortensen.
Faroe Islands Handball Cup 2020 byrjar mánamorgunin kl. 8.30 í Marghøllini í Vági. Spælt verður eisini týsdagin og mikudagin.
Mánadagin og týsdagin endar kappingin umleið kl. 18 og mikudagin endar Faroe Islands Handball Cup 2020 umleið kl. 15.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald