Annað

Súkkling: Helgi vann 1. tein av Leif Mohr Kring Føroyar

Helgi W. Olsen var fyrstur maður um málstrikuna, og hjá kvinnum var Súsanna Skylv fyrst á mál.

Helgi W. Olsen, Niklas Halgren Niclasen og Pauli Poulsen gjørdust nummar eitt, tvey og trý hjá monnum í gjár (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Helgi W. Olsen, Niklas Halgren Niclasen og Pauli Poulsen gjørdust nummar eitt, tvey og trý hjá monnum í gjár (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2025-05-29 09:39 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í gjár bleiv fyrsti av fimm teinum í Leik Mohr Kring Føroyar súkklaður.

Fyrsti teinur byrjaði í Runavík. Leiðin gekk fyrst runt Agnið áðrenn leiðin gekk móti Skálabotni. Súkklararnir vendu á Skála, og so gekk leiðin aftur móti Skálabotni, til Gøtu, til Leirvík og at enda á mál í Klaksvík.

Luttøkan var góð. Fleiri enn 30 luttakarar møttu til kappingina í gjár. Ein góð breidd av súkklarum, og ein stórur bólkur av sterkum súkklarum.

Í fremsta bólki royndi fyrst ein, so ein annar súkklari at sleppa avstað frá feltinum. Ferðin fór upp, og ferðin fór niður aftur. Hilmar Hansen gjørdi eina góða roynd, og tað gjørdi Jóanis Albert Nielsen eisini.

Okkara sterkasti súkklari stillaði upp, og hóast súkklarar royndu uppá skift at sleppa avstað, so sat Helgi W. Olsen, at síggja til, róligur á súkkluni, og bíðaði eftir røttu løtu at avgera kappingina.

Brekkan undir Gøtueiði er drúgv, og nakað áðrenn víkiplássið á Gøtueiði setti Helgi ferðina upp, og so mistu ein og ein bakhjólið hjá Helga.

Niklas Halgren Niclasen og Pauli Poulsen royndu at halda tørn, men tað eydnaðist teimum ikki at koyra Helga inn aftur.

Helgi og Súsanna vunnu
Tá klokkan vísti 1 tími og 52 minuttir og 40 sekund koyrdi Helgi einsamallur um málstrikuna. Einsamallur, men ikki nógv sekund gingu áðrenn næsti maður fór um málstrikuna. Tað bleiv sprintað um 2. plássið. Bert eitt hálvt hjól skilti nummar tvey og trý. Tað var Niklas sum vann spurtin móti Paula, og tryggjaði sær sostatt silvurið.

Fleiri kvinnur luttóku. Ein í opna bólkinum, og hinar í bólkinum, ið hevur fingið heitið Hugnasúkkling.

Hóast einsamøll í opna bólkinum, so kom Súsanna Skylv á mál bert hálvan triðja minutt eftir vinnaran hjá monnum, og legði sostatt fleiri av sterku mannligu súkklarum afturum seg.

Favorittarnir vunnu, men eitt úrslit, sum fekk nógva umrøðu eftir kappingina, var flotta úrslitið hjá bert 12 ára gamla Jónathan Gregersen.

Teinurin í gjár var góðar 62 kilometrar. Hóast unga aldurin, koyrdi Jónathan sama tein sum seniorarnir. Meðan vinnarin í opna bólkinum brúkti 1 tíma 52 minuttir og 40 sekund, so brúkti Jónathan bara 2 tímar og 15 minuttir og 34 sekund um teir 62 kilometrarnar. Eitt sera flott avrik av unga súkklarinum.

Norðoyggjar eru karmur um 2. tein
Í dag verður súkklað í Norðoyggjum. Byrjað verður við Effostøðina í Klaksvík. Leiðin gongur fyrst móti byrgingina til Haraldsund áðrenn leiðin gongur móti Norðdepli, Hvannasundi og síðan móti Viðareiði.

Súkklað verður eftir gamla vegnum aftur móti Hvannasundi. Áðrenn súkklararnir koma á mál í Klaksvík aftur, gongur leiðin fyrst til Árnafjørð.

Startur og mál er við Effostøðina í Klaksvík, og byrjar kappingin kl 18. Hava fólk hug at síggja, hvør verður fyrstur um málstrikuna í dag, so er skilagott at leggja leiðina framvið Effostøðini um 19.30 tíðina. Kanska áðrenn, tí teinurin í dag er eitt sindur styttri enn teinurin í gjár. Í dag skulu súkklararnir koyra smáar 54 kilometrar.

Úrslit frá kappingini kunnu síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder