placeholder
Annað

Sveis vann í evstu løtu

2-1 sigur móti Serbia í kvøld.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-06-22 21:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Shaqiri tryggjaði Sveis sigurin í tíðini, dómarin hevði lagt afturat. Sveis vann 2-1.

Tað annars Serbia, sum legði seg á odda 1-0 í fyrra hálvleiki við máli frá Aleksandar Mitrovic. Og serbar vóru eisini betra liðið í fyrra hálvleiki og part av seinna hálvleiki. Spakuliga komu sveisarar inn í dystin.

Burtur úr ongum komu sveisarar á máltalvuna, tá Xhaka royndi seg við skoti langt úti. Javnleikur 1-1.

Sveis royndi at trýsta restina av dystinum, og tað eydnaðist eisini til síðst. Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, kláraði serbiska verjan ikki at fylgja við Xherdan Shaqiri, sum sjálvur trygt avgjørdi dystin og skoraði til 2-1.

(Mynd: EPA)

Við sigrinum í kvøld tekur Sveis annað plássi í bólkinum við fýra stigum - líka nógv sum Brasil. Serbia hevur trý stig, og HM-dreymurin hjá Kosta Rika er brostin. Teir hava einki stig megnað at fingið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder