- Tað eru nógv, sum gjøgnum árini seinni hava sagt við meg, at eg stóð aftanfyri málið, tá tú javnaði móti Slovenia, tí "eg var á veg avstað".
- Dagin fyri vandu við fríspørk, sum vit plagdu undir Allani Simonsen. Og eg minnist, at eg skeyt júst frá sama staði, har Allan Mørkøre vann frísparkið dagin eftir, og skotini sótu væl. Tíbetur gjørdu tey eisini tað móti Slovenia - tað var ein serlig løta.
Øssur Hansen kundi hálvgum flennandi minnast aftur á 3. september ár 2000, tá hann og Andrew av Fløtum fríggjadagin vitjaðu Trygva Absalonsen í landsliðsútgávu av Fótbóltsskýlinum.
Tað eru liðin 26 ár, síðani drúgvi toftamaðurin við góða vinstrabeininum tryggjaði Føroyum minniligt stig í fyrsta dystinum í undankappingini til HM 2002. Slovenia hevði júst verið til EM-endaspæl og skoraði til 2-0, tá fýra minuttir vóru eftir av dystinum í sólini á Svangaskarði. Men føroyingar fullu ikki í fátt.
Fyrst minkaði Uni Arge um munin, tá málrevurin prikaði bóltin í netið í sambandi við langt innkast og eftir skot frá núverandi løgtingsliminum, Jóhannis Joensen. Og eftir 91 minuttir vann maðurin, sum kastaði innkastið, Allan Mørkøre, Føroyum fríspark í góðari støðu. Lokali maðurin legði bóltin til rættis, og restin er søga: Føroyar - Slovenia 2-2.
Sí hæddarpunkt á Youtube-rásini hjá Farerets her:
Sí dómaraseðilin frá Føroyar - Slovenia (2-2) her
Nú fer føroyska manslandsliðið undir enn eina kapping. Eins og í ár 2000, spæla nógvir spælarar uttanfyri landoddarnar. Tað er gott, halda Øssur Hansen og Andrew av Fløtum, og málhetjan frá U21-dystinum heldur úrvalið vera størri nú.
Menninir við samanlagt 85 A-landsdystum staðfesta eitt spennandi landslið, hóast saknurin av Árna Frederiksberg fer at merkjast, og meta at Føroyar fara at basa Kasakstan, sum vitjar klokkan 17 í dag. Talan er um landið, sum Andrew av Fløtum skoraði sítt einasta landsliðsmál ímóti.
Í sendingini frá í gjár mintist HB'arin aftur á dundurskot á yvirleggjaran móti Niðurlondum, Øssur Hansen tosaði um dygdirnar hjá Pálli Guðlaugsson og Allani Simonsen, og dysturin í Hannover móti Týsklandi í 2002 fekk serliga umrøðu: Báðir spældu við hendan dagin, tá Føroyar veruliga bjóðaði Micheal Ballack, Miroslav Klose, Oliver Kahn og hinum týsku HM-silvurvinnarunum upp til dans:
- Vit vórðu fagnaðir eftir dystin og týskarar buha'aðir, minnist Øssur Hansen, sum hendan dagin spældi seinasta landsdyst hansara. Tað er serliga stuttligt at spæla upp ímóti slíkum tjóðum.
- Arne Friderich gjørdi sjálvmál, men eg var beint har, og hevði nokk fingið prikað bóltin inn annars, staðfestir Andrew av Fløtum flennandi. Hann rakti eisini Oliver Kahn í høvdið við gagguni.
Seinni í dag sigur Trygvi Absalonsen frá Føroyar - Kasakstan. Landsliðskráin á FM1 í dag er hendan:
![]()
Til ber eisini at fylgja við á Portalinum
Tøl: Faroe Soccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald