Føroyar hava fingið nógv heiðursmerki nú fyrstu svimjifinalurnar eru byrjaðar í Gibraltar. Fyrrapartin vóru innleiðandi riðlarnir og fleiri føroyingar eru komnir í finalurnar.
Óli Mortensen vann fyrsta gullið. Tað var á longsta teininum, 1500 metra frí, sum hann vann í tíðini 15:39,74 framman fyri tveimum jerseybúgvum.
Annað gullmerkið vann Vár E. Eidesgaard í 400 metra blandað í tíðini 4:50,89. Her fingu vit tvey heiðursmerki, tí Rebekka Trygvadóttir vann bronsu í tíðini 5:05,81.
Og so kom annað heiðursmerkið til Óla Mortensen. Tað var í 200 metra firvaldssvimjing har hann vann silvur í tíðini 2:04,88.
Síðan vann Róland Toftum gull í 100 metra bringusvimjing. Hann brúkti tíðina 1:02,90.
Vár E. Eidesgaard vann sítt næsta heiðursmerki í 200 metra frísvimjing, tá hon vann gull við tíðini 2:00,74.
Alvi Hjelm kom eisini á pallin í dag. Tað var í 200 metra blandað, har hann vann bronsu við tíðini 2:02,89
Síðan varð farið til dagsins liðkappingar. Og í kappingini 4 ferðir 50 metrar frí fyri kvinnur megnaðu Barbara Debes, Vár E. Eidesgaard, Elisabeth Erlendsdóttir og Signhild Joensen ikki at halda leiðsluna tær høvdu, men tær vunnu bronsu í tíðini 1:46,86, sum er ein betran av tíggju ára gamla metinum fyri teinin
Hetta gjørdist eisini seinasta heiðursmerki. Vit vingu einki heiðursmerki í liðkappingini hjá monnum, sum var 4 ferðir 50 metrar blandað. Her enda føroysku dreingirnir á fimta plássi.
(Rættað kl. 21.11)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald