Tey, ið ynskja at fáa báðar dystirnar við, hava nógvan skund eftir dystin í Sarpugerði.
Tann dysturin, seinni dysturin í hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið, er millum Víking og HB.
Fyrra dystin vann HB 1-0, har einasamalli málskorarin var danski Jakob Johansson.
Tað er longu greitt, at fyrsta lið at vinna sær sess í finaluni í kappingini um løgsmanssteypið, er árstalsfelagið B36. B36 megnaði at vinna samanlagt 3-1 á aldursforsetanum í føroyskum fótbólti, Tvøroyar Bóltfelag.
Fyrri dysturin var spældur við Stórá, har heimaliðið púra óvæntað vann 1-0. Til returdystin á Ovara Vølli í Havn, møtti TB einum væl spælandi havnaliðið, og vann heimaliðið í B36 tí 3-0.
Endar dysturin millum Víking og HB við brotssparkskapping, verður trupult at hjá teimum í Sarpugerði, at fáa serliga nógv við av dystinum á Tórsvølli.
Næstseinasta skotið í byrsuni hjá KÍ
KÍ skal spæla fyrra dystin í uppgerðini móti HJK Helsinki, á Tórsvølli, hóskvøldið klokkan 19:45. Hetta er við at gerast síðsti møguleiki hjá føroyameistaraliðnum, at playoff-dystur, sum merkir, at vinnur KÍ samanlagt á HJK Helsini, so er aftur evropeiskt bólkaspæl á skránni.
Um tað skuldi eydnast, so hevur felagið tryggjað sær í minsta lagi 30 milliónir í inntøkum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald