2026-08-01 13:31
Í samband við flotta úrslitið hjá NSÍ móti FC Koper í Slovenia, verður ein móttøka fyri leikarunum og venjaratoyminum.
Hesum boðar felagið frá.
Móttøkan verður í kvøld klokkan 21 í kommunuskrivstovuni í Saltangará.
Tað var hóskvøldið, at NSÍ vann seg víðari í Conference League eftir fyrst longda leiktíð og síðani dramatiska brotssparkskapping. Tað hevur við sær, at runavíkingar skulu royna seg ímóti Lugano úr Sveis í triðja umfari.
Fyrri dysturin skal eftir ætlan spælast í Sveis hóskvøldið. Spælt verður síðani vikuna eftir á heimavølli í Klaksvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald