Annað

Talv bannað í Afganistan

Grundgevingin hjá Taliban-stýrinum er, at tað kann fáa fólk at spæla um pengar.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-05-12 19:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Taliban-stýrið í Afganistan hevur nú bannað talv í landinum.

Grundgevingin er, at hetta kann fáa fólk at spæla um pengar, og tað er ólógligt sambært sharialógini. Tí er talv bannað, inntil Taliban-stýrið hevur mett um vandan við talvi, sigur talsfólk hjá ítróttastýrinum hjá Taliban, Atal Mashwani.

Mashwani leggur afturat, sambært Ritzau, at talvsambandið í Afganistan hevur ikki havt kappingar í tvey ár, og hevur m.a. havt avbjóðingar á leislustøði.

Taliban-stýrið hevur seinastu árini avmarkað fleiri aðrar ítróttir og hava í roynd og veru bannað kvinnum at luttaka í ítrótti.

Í fjør varð m.a. ítróttagreinin mixed martial arts, ofta nevnd MMA, eisini bannað við tí grundgeving, at tað var ein harðlig ítróttagrein.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder