Árligi talvdysturin ólavsøkuaftan á tíggju borðum millum Havnar Telvingarfelag og Klaksvíkar Talvfelag var sum vant í hølum Havnar Telvingarfelags ovast á Finsen eftir kappróðurin í gjár.
Hesaferð vunnu havnarmenn. Úrslitið var 6½ - 3½.
Á tíggju borðum hava Havnin og Klaksvík sterkastu liðini í landinum. Sandavágs Talvfelag er í ár føroyameistari í liðtelving, men í landskappingini verður telvað á fýra borðum.
Siðvenjan við hesum ólavsøkudystum byrjaði einaferð í 90-unum, men datt seinni niðurfyri aftur. Fyrraárið tóku teir táttin upp aftur. Tá vann Havnar Telvingarfelag, men í fjør vunnu klaksvíkingar.
Havnar Telvingarfelag - Klaksvíkar Talvfelag 6½-3½
1. Flóvin Tór Næs - Ólavur Simonsen 1-0
2. Rógvi W. Rasmussen - Eyðun Nolsøe ½-½
3. Luitjen A. Apol - Steintór Rasmussen 1-0
4. Sjúrður Thorsteinsson - Haldur Suni Johansen ½-½
5. Hjalti Toftum Jógvansson - Wille Olsen 1-0
6. Herluf Hansen - Ingolf Gaard ½-½
7. Rógvi Mortensen - Heðin Gregersen 0-1
8. Margar Berg - Janus Skaale 0-1
9. Óli Joensen - Tummas Martin Sólsker 1-0
10. Jógvan Joensen - Bogi Hansen Eliasen 1-0
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald