Annað

Talv: Lisa J. Xin er norðurlendskur meistari

Um vikuskiftið fekk Lisa  4½ stig av 5 møguligum í Nordic Girls Chess Championship.

(Mynd: Talvsamband Føroya)

(Mynd: Talvsamband Føroya)

2025-04-28 08:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Føroyska Lisa J. Xin hevur um vikuskiftið tryggjað sær heitið sum norðurlandameistari í gentutalvi í Nordic Girls Chess Championship.

Lisa, sum luttók í bólkinum fyri gentur føddar í 2012 ella seinni, vann fýra talv og gjørdi javnt í einum, og sostatt fekk hon 4½ stig av 5 møguligum, skrivar Talvsamband Føroya.

Lisa var styrkismett nr. 9 í bólkinum, men telvaði alla kappingina við tryggleika og flogviti. Hon byrjaði kappingina við at vinna móti einum dana. Síðani vann hon móti finskari gentu í 2. umfari, og vann Lisa virðisløn fyri besta talv tað umfarið. Í 3. umfari vann Lisa á íslendskari gentu og síðani einari norskari í 4. umfari.

Avgerandi talvið í 5. umfari var móti finskari gentu, styrkismett nr. 3 í kappingini. Vinnarin av talvinum fór at standa eftir við øllum. Nógv stóð tí uppá spæl.

Lisa fekk tíðliga í talvinum, eina sterka miðju og fyrimun í støðuni. Hetta gagnnýtti hon til at vinna sær eina finnu. Javnleikur var nóg mikið til at vinna norðurlendska meistaraheitið, so í einari støðu við greiðum fyrimuni tók Lisa av remistilboðinum frá mótstøðugentuni. Sostatt gjørdist Lisa meistari við 4,5 av 5 stigum.

Føroyar vóru eisini umboðaðar av Natasju Mørkøre, sum fekk eitt stig í kappingini.

Helena Egilstrøð Jensen, ið er búsitandi í Danmark, var eisini við í kappingini, og ætlanin er, at hon skal skifta til at umboða Føroyar í frammtíðini, skrivar Talvsamband Føroya.

[object Object]
(Mynd: Talvsamband Føroya)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder