2023-10-31 06:58
Eingin heilt greiður favorittur sæst eftir fyrstu trý umførini í smálandakappingini í talvi fyri smátjóðir í Evropa, sum verður spæld á Jersey.
Føroyska liðið tapti lykladystin móti Luksemburg í fyrsta umfari. Síðani vunnu Føroyar báðar dystirnar í gjár - um morgun á Malta og út á kvøldið móti Liktinstein.
Føroyar liggja í løtuni á fjórða plássi. Andorra, Monako og Luksemburg eru fremri.
Í fjórða umfari í dag skulu Føroyar móti oddaliðnum, Andorra.
1. umfar (29. oktober
2. umfar (30. oktober)
3. umfar (30: oktober)
Støðan eftir trý umfør
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald