Fótbóltur

Tamt og málleyst á Tórsvølli - KÍ strýkur avstað

Grannauppgerðin millum HB og B36 endaði 0-0, og KÍ vann 2-0 móti NSÍ. EB/Streymur fekk eitt umráðandi stig móti Víkingi.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-03-14 17:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

“Tað var ikki gamalt at hyggja eftir HB og B36, og næstan ikki tíma at vera her”, segði Oddbjørn Joensen, viðmerkjari hjá Televarpinum. Og tað sigur nokkso nógv um grannauppgerðina á Tórsvølli.

Hvørki HB ella B36 vildi tapa, og spælið bleiv har eftir. Teir hvítu úr B36 var leikliga omaná í fleiri førum, men fingu ikki bóltin fram við Teiti Gestssyni í HB-málinum. Dysturin endaði málleysur 0-0.

Í Klaksvík var NSÍ á vitjan, men FM-favorittarnir fingu tað, sum teir fóru eftir, og vunnu 2-0.

EB/Streymur tók ímóti Víkingi. Síðsta umfar eydnaðist tað akkurát hjá Víkingi at vinna móti TB við einum máli í tíðini sum dómarim hevði lagt afturat, men í dag eydnaðist tað ikki. Dysturin endaði málleysur 0-0.

ÍF og TB spældu í Fløtugerði, og longu tá 7 minuttir vórðu spældir legði toppskjúttin frá í fjør, Uros Stojanov, fuglfirðingar á odda. Beint fyri hálvleik øktiGundur Ellingsgaard Petersen til 2-0, og tíggju minuttir inn í seinna hálvleik var Uros Stojanov aftur upp á spæl. John Villi Wøldike minkaði um munin fyri TB tá tríggir minuttir vóru eftir at spæla.

KÍ strýkur sostatt avstað á stigatalvuni, og er einasta liðið, sum hevur fingið fulla úrtøku aftaná tvey umfør.

HB - B36 0-0

EB/Streymur - Víkingur 0-0

KÍ - NSÍ 2-0
32’ Jákup B. Andreassen 1-0
75’ Jóannes Bjartalíð 2-0 (br.)

07 Vestur - B68 3-2 (Leiktur í gjár)
31’ Tonni Thomsen (br.) 0-1
63’ Jóannis á Steig 1-1
65’ Tonni Thomsen (br.) 1-2
77’ Sjálvmál 2-2
85’ Eiler Fróðason 3-2

ÍF - TB 3-1
7’ Uros Stojanov 1-0
45’ Gundur Ellingsgaard Petersen 2-0
54’ Uros Stojanov 3-0
87’ John Villi Leo 3-1

Støðan Betri deildin menn 2021

1. KÍ (6 stig)
2. HB (4 stig)
3. B36 (4 stig)
4. Víkingur (4 stig)
5. ÍF (4 stig)
6. 07 Vestur (3 stig)
7. EB/Streymur (2 stig)
8. TB (0 stig)
9. NSÍ (0 stig)
10. B68 (0 stig)

*Ein dyst færri


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder