Fótbóltur

Tann beri fótbóltur í Gøtu og Leirvík

Ungdómsarbeiðið í Víkingi telur 500 íðkandi limir og 40 ungdómsvenjarar. Tað svarar til umleið 25 prosent av fólkatalinum í Eysturkommunu.

Víkingur hevur heimavøll í Sarpugerði í Norðragøtu (Mynd: Google Maps)

Víkingur hevur heimavøll í Sarpugerði í Norðragøtu (Mynd: Google Maps)

2021-02-08 22:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður gjørt nógv við ungdómsarbeiði í fótbóltsfeløgum kring landið. Eitt av feløgunum, sum hevur nógv virksemi er Víkingur.

Ungdómsarbeiðið í felagnum telur 40 ungdómsvenjarar og 500 íðkandi limir.

Hetta svarar til umleið 25 prosent av fólkatalinum í Eysturkommunu, sum telur beint yvir 2000 fólk.

Felagssliðið í Leirvík og Gøtu hevði í kvøld aðalfund, og greitt er, at nevndin sum hevur sitið seinastu árini heldur fram óbroytt. Brandur Jacobsen er formaður í Víkingi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder