Kvinnulandsliðini hjá Ukraina og Føroyum spældu í kvøld HM-undankappingardyst í býnum Kovalivka.
Okkara komu aftur um longu eftir 16 minuttir og beint fyri hálvleik øktu ukreinsku kvinnurnar til 2-0.
Tá ein lítil tími var leiktur, skoraði Olha Boychenko fyri Ukraina til støðuna 3-0, og tíggju minuttir fyri leiklok setti Kateryna Korsun punktum, og setti bóltin í netið til 4-0 til heimaliðið.
Eftir tríggjar dystir hava Føroyar framvegis einki stig. 21 mál eru latin inn og vit hava skorað eitt.
Týsdagin skulu kvinnurnar aftur í eldin tá Ungarn er á vitjan á Tórsvølli. Dysturin verður bríkslaður í gongd klokkan 18.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald