
Í oktober flutti TB upp í Betrideildini við sigri í seinasta umfari í Hoyvík. Tað var stór frøi á tvøramonnum, sum nakrar vikur frammanundan stóðu til at vera nakað frá uppflyting. Eftir bert eitt ár í 1. deild er TB aftur. Men nøkur neilig ting hava sett sín dám á fyrireikingarnar.
Si eisini: - Tað snýr seg um at byggja felagið upp (samrøða við TB-formannin)
Venjarakabalin: Tríggir út og tríggir inn
TB setti lokala Rasmus Nolsøe at hjálpa norðmanninum Markus Thorberg, sum var leikandi venjari í 2024. Landsmaður hansara Bjørnar Berge varð eisini settur sum hjálparvernjari. Rasmus býr og arbeiðir í Havn, men skuldi vera við Stóra nakrar ferðir um vikuna. Fyri einari tíð síðani frættist, at ósemja var millum tvøramannin og norðmenninir, og nú 1. umfar er í Betrideildini stendur eingin teirra á síðulinjuni.
André Dalfoss er formaður í TB. Hann váttar fyri Portalinum, at trupulleikar vóru í "gamla venjaratoyminum", men vil ikki siga so nógv meira enn tað:
Hvussu eru tit farnir frá venjaratoymi við Rasmus Nolsøe, Markus Thorberg og Bjørn til at standa við fyribils venjara til fyrsta Betrideildardystin?
- Tað vóru samstarvstrupulleikar í toyminum. Og hetta havi eg ikki meira at siga um.
Tað hevur ljóðað, at lokali Karl Øster, sum hevur drúgvar royndir sum hjálparvernjari í felagnum stendur á odda fyri TB-liðnum fyribils.
- Tað stemmar, at Karl Øster stendur á odda, og við sær hevur hann Bárður Dimon og Tórður Hentze. Og tað eru vit eru sera takksom og glað fyri.
Støðan viðvíkjandi leitanini eftir nýggjum høvuðsvenjaran hevur André Dalfoss onga almenna viðmerking til.
Hópurin: Fýra eru kominir uppá pláss hesa vikuna
Upp til kappingarbyrjan hjá TB hava nakað av søgum gingið um støðuna hjá felagnum og liðnum. Nú kappingin er her, og flytingarvindeygað nærkast endanum, tykist tað tó sum aldrusforsetin hevur fóta sær onkursvegna.
TB hevur í hesari vikuni fingið fýra nýggjar spælarar í hópin. Í januar kom Páll Eirik Djurhuus úr Víkingi at venja við. 21-ára gamli miðvallarin hevur, sambært FaroeSoccer spælt 13 dystir í Betrideildini og 88 við næstbesta liðnum hjá Víkingi, ið vann 1. deild í fjør. Eftir bara eina venjing og eina samrøðu vóru báðir partar sannførdir, og hann er eitt perfekt match fyri TB, heldur André Dalfoss fyri, tá vit hitta hann á Hotel Hilton.
16-ára gamli Jónas Gaard er komin úr HB. Formaðurin greiðir frá, at tað var heldur tilvildarligt, at Jónas kom at venja við í februar, men at ungi havnardrongurin skjótt ynksti at koma til felagið, har verjuspælarin millum kennir nakrar frá U-landsliðshøpi.
TB hevur leigað tveir aðrar frá HB. Mohammed Samba og Marley Blair hava seinastu tíðina verið settir í samband við uppflytaran, og fríggjadagin varð tað váttað, at vongspælararnir skulu hava heimavøll við Stóra í 2025.
- Tá vit fingu møguleikan at leiga Samba og Marley Blair fyri góðum trimum vikum síðani var semja um, at hetta kundi bliva sera áhugavert. Samba kenna okur øll, sum fylgja við føroyskum fótbólti. Tá eg fekk møguleika at fáa eitt prát við hann, var ongin ivi um, at hann var perfektur fyri TB og Tvøroyri, í mun til stíl og persónligheit. Sum leikari er hann loyalur og hartarbeiðandi, og eisini hevur hann x-faktorin, TB ynskir og tørvar..
- Marley Blair kendu vit eitt sindur frá síðsta ári, tá ið hann spældi við AB. Vit vórðu øll samd um, at hetta kundi blíva áhugavert. Tað bleiv bara enn meira áhugavert, tá ið ta ðgjørdist greitt, at Albert Adu er hansara agentur. Adu er uttan iva tann besti útlendski leikarin, sum TB nakrantíð hevur havt, og uttanfyri vøllin var Adu ein fantastiskur personur, sum øll vóru góð við. Tá hann viðmælir ein spælara, so er eingin ivi. Øll rundanum her hava tikið væl ímóti Marley og eru spent uppá hann.
Steypavinnari við HB í fjør og í steypafinaluni við B68 árið fyri. Mohamed Samba hevur ymiskar dygdir, men hann var ikki heilt í ætlanunum hjá HB í ár. TB vildi tó ógvuliga gjarna hava fatur á vonginum og Marley Blair, sum HB fekk úr AB fyrr í vetur. Ein fyrrverandi TB'ari viðmældi bretska Blair (Mynd: Sverri Egholm)
Amidou Diop er seinasti kunngjørdi spælarin hjá TB. Hann er ikki komin til landið
enn men verður helst tøkur eftir landsliðssteðgin. 33-ára gamli sengalesiski miðvallarin, sum eisini kann spæla í verjuni, hevur drúgvar royndir úr Eliteseriuni, sum er besta norska deildin. Har hevur Diop seinast spælt við Sarpsborg og eisini verið liðfelagi við Meinhard Egilsson Olsen í Kristiansund. Talan er um umráðandi sáttmála fyri TB.
- Diop hevur verið uppi á tal í einar góðar 2-3 vikur. Ynski at fáa ein leikara inn, sum hevði spælt á høgum stigi, og ein sum kann spæla 8’ari og 6´ari á miðvøllinum. Eftir eitt stórt kanningararbeiði um leikaran, fingu vit bara jaligar afturmeldingar. Øll søgdu tað sama: Hann er ein góður leikari og ein framúr góður liðfelagi. Eftir samrøðu við spælaran tók tað ikki langa tíð, áðrenn avtala varð gjørd við ‘Mido,’ sum hann verður kallaður, greiðir André Dalfoss Portalinum fra.
Formaðurin staðfestir eisini, at tað koma ikki fleiri spælarar til TB, áðrenn flytingarvindeygað letur aftur í næstu viku. Í hesum samanhangi vísir hann á, at man í hópinum hevur nógvar lokalar spælarar, harav fleiri heilt ungar, sum felagið trýr nógv uppá og sum vilja TB.
Sambært honum hava tað als kki verið nakar trupulleiki hjá TB at fáa tilgongdirnar at hanga saman í vetur, men heldur hevur tað verið nakað sum fólk í miðlunum og onnur hava tosa um. Síðani november hava teir í TB-hópinum vita, at tilgongd kemur, men tað hevur verið avgerðandi, at tað skuldi vera á rætta tíðspunktinum og við teimum røttu leikaratypunum, sigur André Dalfoss.
- Merkja tit, at tað er meira stabilitetur á nú, og at TB hevur ein reelan møguleika fyri einum góðum 2025?
- Vit hava altíð trúð uppá, at okur hava ein reelan møguleika! Tað mest umráðandi er, at okur trúgva upp á tað og arbeiða knallhart til hvørja venjing. Tá ið okur spæla dyst, skal TB-DNA’ið koma fram í øllum: Tað merkir, at man skal berjast og stríðast frá fyrsta bríksli til tað síðsta.
TB setur gongd á kappingarárið við at taka móti meistarunum úr Víkingi í dag klokkan 14.45. Til endans í viðtaluni eftir aðalfundin hjá FSF í gjár, segði André Dalfoss, at hann vónar at fylla økið við Stóra og síggja sterka stuðulin kring liðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald